Poul F. eisini froðbingur

Stóra sumbiarskaldið Poul F. Joensen var ikki bert sumbingur. Hann búleikaðist ein stóran part av æviskeiði sínum í Froðba, har hann var lærari. Tískil skipa tvørámenn eisini fyri stórum tiltaki í sambandi við 100 ára føðingardag skaldsins

John Johannessen


18. november hevði verið 100 ára føðingardagurin hjá stórskaldinum Poul F. Joensen, um hann enn livdi. Og tískil verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í sambandi við føðigardag hansara.

Vit hava í miðlunum hoyrt, at Norðurlandahúsið, saman við sumbingum, skipar fyri Poul F. haldi í Sumba og í Norðurlandahúsinum. Men hesi føðingardagstiltøkini eru ikki tey einastu. Á Tvøroyri verður nevniliga stórt Poul F. hald nú í vikuskiftinum.


Bygdamaður

Orsøkin til, at tvørámenn, ið kanska summir hava havt Poul F. til lærara, ynskja at heiðra Poul F. á føðingardegnum, er helst tann, at teir kenna skaldið sum ein av teirra egnu bygdamonnum. Poul F. var nevniliga lærari í Froðba ein stóran part av æviskeiði sínum, og búleikaðist hann, saman við konuni, Juliu, á Hamri í Froða til hann tann 24. juni í 1970 andaðist.


Rúgvusmikil skrá

Skráin fyri Poul F. haldið, ið hildið verður í skúlanum í Trongisvági sunnudagin 15. november, er sera rúgvusmikil. Og millum tiltøkini á skránni eru eisini nakrir nýggir kórsatsir til nakrar av yrkingum skaldsins. Hesir kórsatsir eru gjørdir til tiltakið, og verða teir tískil frumframførdir á Poul F. haldinum í Trongisvágs skúla. Tónasmiðirnir til hesar satsir eru Knút Olsen, Bjarni Restorf, Jens Mortan Mortensen og Ann-Kristin Nilsson.

Poul F. dagurin byrjar við, at framsýning letur upp kl. 15. Klokkan 16 verður boðið vælkomin, og síðani fer eitt blandað kór, undir leiðslu av Ann-Kristin Nilsson, at syngja nakrar av yrkingum skaldsins. Seinni fer Elsa Maria Olsen at halda fyrilestur um Poul F. og skaldskap hansara, og eftir eina løtu við sangi frá Hanusi Johansen, fer Eli Poulsen úr Sumba at lesa upp yrkingar eftir Poul F.. Eftir eitt sindur av felagssangi, so fer Tvøroyrar manskór, undir leiðslu av Jens Mortani Mortensen, at syngja yrkingar eftir Poul F., og síðani fer Flora Hammer, ið er systur skaldið, at hugleiða um bróðurin. Millum tær ymisku framførslurnar verður felagssangur á skránni.