Poul er ikki liðugur enn

– Í mínum høvdi er eingin avmarking, tá tað snýr seg um, hvat skal bera til og ikki. um tú vilt gera nakað, so er bara at herja á, sigur Poul michelsen, sum hevur verið bæði vinnulívsmaður og politikari í áravís. – Tað passar mær øgiliga væl at vera uppi í politikki eisini, tí eg havi altíð blandað meg upp í alt millum himmal og jørð.

Tað sigur Poul Michelsen við Vinnuna, sum er í Sosialinum í dag. Vinnan hevur eisini loddað dýpið við málinum um Tórshavnar Havn, nú kommunan hevur sett skjøtil á við at játta pengar til projektering – og nú Tjóðveldi í Tórshavnar býráð hevði uppskot um at kann viðurskiftini á Sundi, áðrenn skjøtil varð settur á útbyggingina í Havn.

Á Saltfiskavirkinum Vaðhorn á Strondum er støðugt fiskaarbeiði, hóast lítil botnfiskaveiða hevur verið undir Føroyum í fleiri ár. Av einni samlaðari ráfiskanøgd í fjør á 6.500 tons, vóru umleið 2.500 tons frystur fiskur. Longu í 2007 fekk virkið útgerð til upptiðning og hevur síðani tá keypt og virkað eini 10.000 tons av frystum fiski, serliga toski og longu.

Vinnan var eisini við til tiltakið á Kvinnusamskipanini í Miðlahúsið síðstu mikukvøldið, har ljós varð varpað á pensjónsviðurskiftini hjá kvinnum undir heitinum: »Inn við skeið«.

Vinnan er eykablað í mánadags-Sosialinum, sum eisini kann keypast á www.sos.fo