Poul bjóðar 85 fólkum til morgunmatar

- Eg havi einaferð áður upplivað sólarmyrking, og eg minnist, at vit brúktu negativan film at hyggja ígjøgnum, sigur Poul Michelsen, løgtingsmaður.

- Eg havi einaferð áður upplivað eina sólarmyrking. Minnist, at vit brúktu negativan film at hyggja ígjøgnum.

 

Tað sigur Poul Michelsen, løgtingsmaður.

 

Hann vísir á, at fyritøkan hjá honum skipar fyri eini samkomu uttan fyri heilsøluna, har tey bjóða starvsfólkum við familju at koma.

 

- Vit bjóða teimum øllum til ein morgunmat, og eg skilji, at vit verða eini 85 fólk savnaði fríggjamorgunin.

 

Poul Michelsen sigur seg væl skilja, at útlendsk ferðafólk leita sær til Føroya at síggja hesa fullu sólarmyrking.

 

- Hesi fólk hava serligan áhuga fyri sólarmyrkingum, og so eru Føroyar eitt spennandi, øðrvísi og forvitnisligt ferðamál, sigur løgtingsmaðurin.