Poul 30 ára starvsdag

Poul Augustinussen hevur starvast 30 ár á Tangavirkinum.

Í gjár fekk Poul Augustinussen blómur handaðar í samband við, at hann hevur starvast 30 ár á Tangavirkinum í Vági.

 

Virkið hevur ment seg sera nógv seinnu árini, og hevur Poul verið týðandi partur av hesi gongd, sum ein tiltikin dugnaligur og nærlagdur handverkari. 

 

Á myndini síggjast Poul Augustinussen og Mortan Mortensen, stjóri á Tangavirkinum, ið handaði Poul blómurnar á runda starvsdegnum.

 

 

Mynd: Uni Hammer Egilsnes