Potter setir met

Nýggjasti filmurin um Harry Potter hevur nú sett nýtt biograf-met. Gamla metið átti Spiderman 3, sum varð frumframsýndur í 2007, men seinastu dagarnar hevur Harry Potter umsett fyri meira enn tvær milliardir danskar krónur. Nú verður bíðað í spenningi, um Harry Potter verður fyrsti filmurin, sum megnar at umseta fyri meira enn eina milliard amerikanskar dollarar.