JK Rowling, sum hevur skrivað tær væl umtóktu bøkurnar um Harry Potter, hevur stevnt amerikanska blaðnum New York Daily News, tí blaðið hevur prenta brot úr teirri fimtu Harry Potter-bókini, sum kemur út í dag.
Blaðið prentaði mikudagin brotúr nýggju bókini og avdúkaði samstundis fleiri av teimum mest spennandi táttunum í bókini. Tí vilja RK Rowling og útgevarafelagið í USA hava endurgjald, og tey hava nú stevnt blaðnum eftir fleiri milliónum dollarum, sum tey halda seg hava mist.
Kortini er áhugin fyri Harry Potter framvegis líka stórur í USA. Amerikanarar hava bílagt meiri enn eina millión eintøk av nýggju bókini, og forlagið hevur prentað átta milliónir eintøk til tann amerikanska marknaðin.










