Søgan um gandakallin Harry Potter verður í løtuni skrivað um til sangleik Filmar, telduspøl og bøkur eru longu gjørd um unga og sera vælumtókta gandakallin. Nú kunnu fjepparar eisini síggja Harry Potter á einum leikpalli, tí eina ferð í næsta ár verður ein sangleikur framførdur í London.
Heili 325 milliónir bøkur eru seldar kring heimin, og tað sigst, at J. K. Rowling, rithøvundur av bókunum, er ríkari enn enska drotningin.