Potter og Glansbíløt toppa

Sambært ársfrágreiðingin hjá Býarbókasavninum í Havn vórðu í alt læntar 106.000 bøkur í 2006

Býarbókasavnið, skúlabókasøvnini og Kollafjarðar bygdar- og skúlabókasavn eru fevnd av hagtølunum, har tað eisini sæst, hvørjar bøkur oftast hava verið læntar út.

Mest lænta barnabókin til stór børn var: Harry Potter og hálvblóðsprinsurin. Mest lænta barnabók til minni børn var: Egner, Thorbjørn: Klintrimús og hini djórini í Vallbakkaskóginum. Mest lænta myndabók, ætlað børnum undir skúlaaldur var: Oskarsson, Bárður: Ein hundur, ein ketta og ein mús. Til samans stóð barnabókasavnið fyri 50.000 útlánum í fjør.

Vaksnamannabókasavnið hevur tilsamans lænt út uml.56.000 bøkur, ljóðbøkur og dvd-filmar.

Mest lænta skaldsøga fyri vaksin var: Jóanes Nielsen: Glansbílætasamlararnir, og mest lænta yrkisbókin fyri vaksin var: Árni Dahl: Navnabókin.

84.584 vitjaðu Býarbókasavnið í 2006.