At búgva í London er sum at vera mitt í einum hópálopi. Her er ein áhaldandi ágangur, har allir sansirnir verða avbjóðaðir. Ein sleppur ikki undan, tað er partur av heildarupplivingini at búgva í London. Tað sigst vera 1700 ymisk mentunarlig tiltøk í London um døgnið, og hóast eg ikki upplivi ein brøkpart av øllum hesum tiltøkum, so gevur tað býnum ein puls og ein dynamik, sum eg ikki havi upplivað áður nakra aðra staðni, og sum eg haldi, ger býin sera spennandi og rúgvusmiklan. Men hinvegin, so sakni eg viðhvørt pláss, rúmd, perspektiv, frið til at lata allan ágangin sodna, og seta hann í alfabetiska ella kronologiska raðfylgju á heilahillunum soleiðis, at eg kann fáa tamarhald á trongslinum uppi í høvdinum. Alt gott um íblástur, hann er her allastaðni í London, men útblásturin, mín tulking og raðfesting av øllum tí, sum kemur inn, er ikki til staðar í løtuni.
Tí verður hetta teldubræv kallað pottaskár. Mær hevur altíð dámað væl at heinta pottaskár. Eg havi altíð lummarnar fullar, tá ið eg havi gingið mær ein túr í fjøruni, men eg veit ikki, hvat eg skal brúka tey til, ikki enn. Júst tað sama er við øllum upplivingunum, sum eg havi her í London. Eg samli uppá tær, men tær eru serstakar og einastandandi, eru partar av einari heild, sum eg ikki veit, hvussu sær út enn.
Eg fekk eitt egg í høvdið ein dagin, eg var á veg til handils. Bleiv sjálvandi bilsin, tí eggið var frá einari hønu, og mær vitandi flúgva hønur ikki. Eg fekk eitt sindur ilt, tí tað kom langvegis uppi frá og lendi á høvdinum á mær, kanska av tilvild, men eg kendi meg rakta. Bleiv eisini kedd, tí eg skilti ikki, hví onkur vildi blaka eitt egg á høvdið hjá júst mær. Hinvegin kundi eg ikki lata vera við at hugsa um, hvussu stuttligt tað var hjá teimum, sum høvdu blakað eggið, at síggja, hvussu væl tað rakti. Eg skavaði tað ringasta vekk av blommuni, hvítanum og skalinum, og gekk so víðari til handils. Haldi ikki, at nakar hugdi undrandi uppá meg bara tí at eg hevði slímutu leivdirnar av einum eggi á høvdinum. Hetta er jú London, her eru so nógv fólk, at øll eru øðrvísi enn hini og eingin hyggur eftir hinum bara tí at tey hava eitt brotið egg á høvdinum. Annaðleiðis vildi nokk verið, um eg var á veg oman til handils hjá keypmanninum úti í Grønlandi, so hevði eg nokk vent við og vaskað eggið vekk áðrenn. Tey siga eisini, at egg er gott fyri hárið.
Í London svimja tey runt, við ella móti klokkuni, alt eftir um svomið verður í tí seina, miðal ella skjóta bananum. Tey svimja ikki aftur og fram sum í svimjihylinum í Gundadali. Tað er ikki loyvt at crawla á rygginum. Kanska tí ein samstundis ikki kann svimja runt. Hartil letur hvør einstakur seg úr í einum bási aftanfyri gardinur, í hvussu er í umklæðingarrúminum hjá damunum, og ein kemur ikki út aftur, fyrr enn ein er í svimjidrakt. Og so vaskar ein sær í svimjidrakt. Jú, Victoria livir enn. Sjálvt í stórbýnum London, har naknir kroppar annars eru á hvørjari hill í hvørjari kiosk, har lítið ílatin fólk eiga permunar á hvørjum blaði. Og har ein kann fara til handils við eggi í hárinum uttan at nakar hyggur.
Tað kavaði í London 8. desember 2003. Fyri fyrstu ferð í 12 ár. 2 mm av kava og alt steðgaði upp. Tað var kaos í ferðsluni; samankoyringarnar á tokskinnarunum toldu ikki kavan, bilførarar mistu tamarhaldið á teirra bilum við summardekkum. Skrivstovukvinnan á City University datt og breyt sær armin, og tí hava vit ikki fingið endaligu úrslitini frá uppgávum og royndum enn, hóast hetta varð lovað okkum um miðjan januar. Avleiðingarnar av 2 mm av kava rukku langt inn í tær heitu stovurnar, har eldurin nú brann í grúgvuni. Dagin eftir var hvørt blað fult av kavagreinum og kavamonnum við gularótanøs. Tann stuttligasta greinin var ein ?User?s guide to snow? (ein kavavegleiðing), har lesarin fekk 10 vegleiðingar um, hvat kavi er fyri nakað, hvussu ein ger eitt kavablak, hvussu ein sletar, hvussu ein yvirlivir eitt kavalop, hvussu ein ger ein eingil, ella ein kavamann o.s.fr. Á hvørjum horni sá eg dvørgakavamenn, sum børn ella tey, sum blivu børn aftur henda minniliga kavadag, høvdu bygt. Tað var nokk lættari at finna gularótina, steinarnar og annað ?tilbehør? til kavamannin enn sjálvan kavan. Eg veit ikki, hví tað er lættari at góðtaka at fáa eitt kavablak í høvdið enn eitt egg.
Hetta hevur als einki við tey 1700 mentunarligu tiltøkini at gera, sum eg nevndi í byrjanini. Tað var annars ætlanin, tá ið eg setti meg at skriva.
Kanska hevur eggið gjørt meg (de)mentað, ella møguliga toli eg ikki at svimja runt og runt og runt. Eri júst afturkomin.