Uni Holm Johannesen
Hann hevur fyri tað mesta runnið í mótbrekku, síðan hann kom til Føroya. Hann hevur gjørt sína skyldu sum málskjútti, men viðurskifti uttan fyri vøllin hava ikki loyvt honum at fingið endaliga gjøgnumbrotið í føroyum fótbólti. Ella ikki fyrr enn nú. EB/Streymur vildi ikki hava hann, og hann fekk durafjórðingin í B36. Men í løtuni er hann vandamesti framherjin í Føroyum, og er toppskjútti í Vodafonedeildini.
Leiðin upp á tindin hevur verið illgongd hjá Károly Potemkin. Ungarski framherjin hevur ikki verið heilt ósekur í tilburðunum, sum hava lagt fót fyri honum, síðani hann kom til Føroya á sumri í 2007. Men áhaldni og ágrýtni hava gjørt mun, og nú sólar hann sær í stóru viðgongdini við Løkin í Runavík.
Hug at geva skarvin yvir
Á vetri í 2007 samdust Károly Potemkin og EB/Streymur í sátt og semju um ikki at halda fram við samstarvinum. Framherjin, sum hevði umboðað felagið seinastu fýra mánaðirnar, hevði bert skotið tvey mál fyri nýkosnu steypavinnararnar. Og tað var ikki nøktandi.
Men skjótt vóru boð eftir honum úr høvuðsstaðnum. B36 leitaði eftir avloysara fyri Amed Davy Sylla, sum valdi at royna eydnuna á Malta. Potemkin og landsmaðurin, Támas Nagy, tóku av, og tað iðrar framherjin seg um í dag.
- Mær dámdi væl í EB/Streymi. Tað tók langa tíð, áðrenn eg vandi meg við umstøðurnar og føroyska spælið, og tí slóð eg ongantíð til í felagnum. Hinvegin gekk tað væl í B36. Eg skeyt níggju mál, men tað vóru trupulleikar millum meg og leiðsluna. Eg fekk ikki lønina útgoldnað, og tað var eg sera argur um. Tú hevði neyvan funnið teg í, at tú stríddist sum fjølmiðlamaður hvønn mánað, og ikki fekk tína løn. Mær vantaði álit hjá leiðsluna, og áðrenn eg visti av, varð eg uppsagdur. Men tað er als ikki so, at eg ynski B36 tað ringasta í dag, sigur Károly Potemkin, sum harmast um, at hann ikki kunnaði seg betur um felagið, áðrenn hann skrivaði undir. Potemkin greiddi farna summar Sosialinum frá trupulleikanum, men B36 hevði ongar viðmerkingar til útsagnirnar.
Lívið í Føroyum hevur ikki altíð verið ein dansur á rósum hjá ungaranum. Og tá tú sum útlendingur ikki reiðiliga stendur teg í eini av minstu og vánaligastu fótbóltskappingunum í Evropa, er nærliggjandi at hugsa, at tú vil geva skarvin yvir. Men Potemkin var treiskur og vildi prógva sítt virði.
- Eg havi altíð vilja prógvað fyri føroyingum, at eg dugi at spæla fótbólt. Tað hevur hjálpt mær, tá eg havi havt mótburð. Eg kom aftur til Føroya í januar og havi vant við fullari ferð síðan við einum endamáli: At prógva meg sjálvan. Nú havi eg av álvara funnið meg til rættis, og havi eisini fingið damu her, sigur Károly Potemkin.
Tók avgerðina skjótt
Károly Potemkin er á einum vegamóti, nú telefonin brádliga ringir. Hann hevur ikki avrikað nóg mikið í Dunaújváros FC seinasta árið, har hann bara hevur skotið fimm mál. Ikki nøktandi fyri ein framherja, sum ikki er heilt ókendur í heimlandinum Ungarn.
Nú stendur honum í boði at fara uttanlands at spæla fótbólt. Eitt lítið felag úr einari lítlari bygd í einum lítlum landi leitar eftir einum framherja. Felagið rópar seg EB/Streymur, og fyrireikar seg millum annað til fyrstu steypafinaluna í søguni.
- Eg fekk bara tveir dagar at umráða meg í, og valdi at taka av. Tað var ein nýggj avbjóðing, og eg setti mær fyri í øllum førum at royna tað. Eg visti, at eg skuldi prógva mítt virði av nýggjum, og tað sá eg ikki sum afturstig, sigur Károly Potemkin, sum skeyt tvey mál fyri samanlagda felagið úr Sundalagnum í 2007.
Vil verða fótbóltsvenjari
Í summar fer Károly Potemkin at hátíðarhalda sín føðingardag í Runavík. Tá verða árini 32 í tali, og ungarski framherjin er ikki heilt ungur sum fótbóltsleikari longur. Men tað hevur hann hugsað um.
Potemkin ætlar sær í næstum undir venjaraútbúgving,
- Eg vil fegin royna meg sum høvuðsvenjara. Tað er ein dreymur. Ætlanin er fáa neyðugu venjarapappírini í Ungarn. Eg havi hugsað um at búsett meg í Føroyum í nøkur ár, og tí er møguleiki fyri, at mítt fyrsta venjarastarv verður her, greiðir Károly Potemkin frá, sum sjáldan hevur sovið betur enn hann ger í Runavík í løtuni.
Ætlar at verða verandi
31 ára gamli Károly Potemkin er á sínum hæddarpunkti á yrkisleiðini í føroyskum fótbólti. Hann er millum vandamestu framherjarnar í Vodafonedeildini, har hann er toppskjútti og stuðulsleikari hjá verandi oddaliðnum.
Men hvørjar ambitiónir hevur Károly Potemkin?
- Eg havi sett mær bæði stór og smá mál, sum eg vil røkka. Eg eri ikki heilt óroyndur, tí eg havi spælt fleiri enn 1000 fótbóltsdystir í mínum lívi. Tað er nú umráðandi fyri meg, at eg avriki hvørja ferð. Sjálvandi droymi eg um eitt føroyameistaraheiti og heitið sum toppskjútti, men eg geri einki einsamallur. Eg eri ein liðspælari í eini liðítrótt, sigur Károly Potemkin, sum sær tað sum ein møguleika at enda sína yrkisleið sum fótbóltsleikari í Føroyum.