Potemkin og Jónas til NSÍ

NSÍ hevur gjørt sáttmála við bæði Karoly Potemkin og Jónas Þór Næs

Jónas Þór Næs hevur gjørt sáttmála við NSÍ. Tað hevur Karoly Potemkin eisini. Sostatt hevur NSÍ styrkt um bæði verju og álop, nú komið er hálvan vegin við landskappingini.

Jákup í Stórustovu, umboðsmaður hjá Jónas Þór Næs, váttar, at ungi havnarmaðurin hevur gjørt sáttmála við NSÍ, og formaðurin hjá NSÍ, Dánjal Pauli Højgaard váttar somuleiðis, at teir hava knýtt Jónas og Karoylu at hópinum. – Vit meta, at Potemkin kann styrkja um álop okkara, og styrkirnar hjá Jónas kenna vit øll, og hann kann spæla á fleiri plássum, sigur Dánjal Pauli Højgaard.

Hann vísir á, at kappingarárið er langt, og at tað tískil er týdningarmikið við einum breiðum hópi.

NSÍ skal í eldin longu í kvøld, tá Víkingur kemur á vitjan. Til henda dystin verður Karoly Potemkin við, men meiri ivasamt er hvussu tað verður við Jónas Þór Næs.