Potemkin gjørdi bart

Karoly Potemkin skjeyt seg seinnapartin í mong B36-hjørtu, tá hann við tveimum málum slóð trivaliga sigurin á 4-0 móti ÍF fastan. Ungarski framherjin var innskiftur, tá hálvur tími restaði í, og ikki kann sigast annað, enn at hann gjørdi vart við seg alt fyri eitt.

Lunnar vóru av álvara lagdar undir tryggan sigur, tá Alexander Jovevic longu miðskeiðis í fyrra hálvleiki var útvístur. Løtu framman undan hevði Tamas Nagy lagt heimaliðið á odda, so lítil ivi var um, hvønn vegin sigurin skuldi fara.

Hóast fuglfirðingarnir stríddust væl, so fekk B36 veruliga hol á málskjótina í seinna hálvleiki. Odmar Færø økti til 2-0, tá innskifti Karoly Potemkin við tveimum málum tryggjaði heimaliðnum stórsigur.

 

B36 ? ÍF 4-0 (1-0)

13.: 1-0, Tamas Nagy

70.: 2-0, Odmar Færø

81.: 3-0, Karoly Potemkin

87.: 4-0, Karoly Potemkin