Potemkin er ikki nøgdur

Hóast, at innskifti Karoly Potemkin var tvær ferðir á blettinum í 4-0 sigrinum á ÍF, so var framherjin ikki nøgdur við sítt avrik.

- Eg skuldi havt fingið fleiri mál. Eg kom á vøllin, tá fuglfirðingarnir vóru troyttir og spældu við einum leikara minni. Møguleikarnir vóru til at skjóta hattrick, men tað eydnaðist ikki. So eg eri ikki nøgdur, nei.

Ert tú vónbrotin av, at tú byrjaði dystin á beinkinum?

- Nei, ikki reiðuliga. Eg havi havt trupulleikar av ymsum slag, millum annað viðurskiftini kring uppihaldsloyvinum og skaðar. Tað hevur ikki gingið serliga væl í venjingardystunum, men eg haldi, at vit eru komnir fyri okkum, sigur Karoly Potemkin, sum staðfestir, at hann framvegis ikki er komin heilt fyri seg eftir skaðan.