Postverksleiðslan skapar fjáltur

T Í Ð I N D A S K R I V

 

Føroya Postfelag skal við hesum átala mannagondina, sum brúkt er í sambandi við ætlaðu upp-sagnirnar á Postverki Føroya, eins og grundgevingarnar fyri ætlaðu uppsagnunum als ikki tykjast sannførandi.

Hóast postverksleiðslan hevði biðið um fund við umboð fyri felag okkara hósmorgunin 14. juni 2007, so varð í fundarboðunum einki nevnt um, at ætlanin var at siga fólk úr starvi, og tí kom frá-boðanin um ætlaðu uppsagnir púra óvart á okkum í nevnd felagsins.

Hóast postverksstjórin í skrivi sínum til felag okkara boðar frá, at handanin av ætlanarskrivunum verður gjørt við etiskum fyriliti fyri støðuni hjá starvsfólkunum, so stendur hendan fráboðan í andsøgn við, at starvsfólkini nærum samstundis, sum vit sótu á fundi við postverksstjóran fingu handað ætlanarskrivini, og nevndin í felag okkara fekk tí ikki høvi at seta seg í sambandi við hesar limir okkara, sum púra ófyrireikaðir fingu ætlanarskrivini handaði.

Tá postverksstjórin í fjølmiðlunum sigur, at Føroya Postfelag ikki vildi gera frávik í galdandi sáttmála, so tykist hetta at vera ein roynd at leggja ábyrgdina fyri ætlaðu uppsøgnunum á Post-felagið, men vit skulu gera vart við, at hvørki postverksstjórin ella onnur í leiðsluni fyri Postverk-inum hava lagt fyri okkum nakað ítøkjuligt uppskot um frávik í galdandi sáttmála okkara.

Tað er tí ein undanførsla, tá postverksstjórin vil rógva fram undir, at støðan hjá Postfelagnum er orsøkin til ætlaðu uppsagnirnar, serliga tá verandi sáttmáli er sagdur upp og tað stendur postverks-leiðsluni frítt at seta fram sáttmálakrøv síni, soleiðis at møguligar broytingar kundu koma í gildi 1. oktober í ár.

Tað harmar okkum, at postverksstjórin fer í fjølmiðlarnar við úttalilsum, sum ikki kunnu skiljast á annan hátt, enn at felag okkara verður lagt undir at hava medábyrgd av ætlaðu uppsøgnunum, og vit undrast á, hví stjórin ikki heldur enn at seta kílar í samstarvið millum postverksleiðsluna og felag okkara, roynir at fáa eitt skilagott samskifti við nevndina í felag okkara, har báðir partar við virðing fyri hvørjum øðrum, kunnu umrøða støðuna á arbeiðsplássi okkara og tær broytingar, sum ætlanir at fremja.

Tá postverksstjórin í sjónvarpinum í kvøld sigur, at postverksleiðslan saman við Føroya Postfelag nú skal til at skipa fyri m.a. nýggjum bygnaði og mannagongdum, so er hetta ókent fyri okkum, tí felag okkara hevur ikki fingið høvi til at sett fingramerki síni á nakað av tí, sum postverksleiðslan nú er í ferð við at skipa fyri, hóast vit hava roynt at fingið í lag eitt mennandi samskifti við leiðsluna, men boðini vit hava fingið er, at leiðslan ikki vil hava skrivligt samskifti við felag okkara, og orsøkina kunnu vit bert ímynda okkum.

Við framferðini hjá verandi postverksleiðlsu er skaptur veruligur fjáltur millum starvsfólkini á Postverki Føroya, og tað boðar ikki frá góðun, at verulig virðing ikki verður víst starvsfólkunum og fakfelagnum, sum umboðar hesi starvsfólk, og hetta kann tíverri koma at hava rættuliga óhepna ávirkan á stovnin og framtíðarútlit hansara, tí uttan at leiðsla og starvsfólk vísa veruliga virðing fyri hvørjum øðrum, so spyrst neyvan nakað gott burturúr.

 

Føroya Postfelag

Tórshavn, 14.06.2007