Postverkið verður privatiserað

Løgtingið samtykti fyri løtu síðani við 2. viðgerð, at Postverkið skal privatiserast

Við stórum meiriluta samtykti løgtingið fyri løtu síðani, at P/f Postverk Føroya skal privatiserast.

Orðaskiftið vardi í tveir tímar, og eftir langan tingdag var tað í løtum bæði argandi og bonskt.

Onkrir samgongutingmenn, eitt nú Pauli Trónd Petersen úr Tjóðveldi, duldu ikki, at teir eru ikki so fegnir um, at Postverkið verður privatiserað.

-Hetta er sambært avtalu, sum er gjørd millum formenninar í samgonguflokkunum, og so eru vit loyal og atkvøða fyri, hóast eg ikki eri so fegin um hetta. Tað er ein partur av at vera í samgongu, segði Pauli Trónd Petersen.

 

-Tað man vera sjáldan, at tað er komið fyri, og kanska er tað eindømi, at teir flestu í samgonguni – og kanska øll uttan teir báðir limirnir hjá Framsókn – eru ímóti einum uppskoti, sum teir kortini eru við til at samtykkja, helt Kári P. Højgaard úr Sjálvstýri.

Kári P. Højgaard var tann einasti, sum greitt gav til kennar, at hann var harðliga ímóti at privatisera Postverkið.

-Hetta fer heilt víst at ganga útyvir útjaðaran, sum privat felag ikki fer at kenna ábyrgd fyri at veita somu tænastu, sum almenna P/f Postverk Føroya hevur havt. Tað er harmiligt og spell, og privatiseringin er so langt frá hugsanini um Postverkið hjá teimum, sum í 1976 vóru við til at yvirtaka Postverkið, helt Kári P. Højgaard.

 

Triðja og endaliga viðgerðin av uppskotinum um at einskilja P/f Postverk Føroya verður á einum seinni tingfundi.