Postverk Føroya skal vera útreiðsluneutralt næsta ár, tað vil siga, at stovnurin skal ikki kosta landskassanum nakað. Tað stendur í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár.
Hetta kemur illa við hjá stjóranum á Postverkinum, Bergur í Garði, sum 2.september í ár lat Vinnumálaráðnum sítt tilmæli til fíggjarætlan fyri stovnin næsta ár. Í uppskotinum hevði hann mett, at Postverkið fór at hava undirskot upp á 10 milliónir krónur næsta ár, skal stovnurin rekast á verandi støði. Úr Vinnumálaráðnum fekk hann síðan at vita, at lagt varð upp fyri, at Postverkið fór at hava átta milliónir í undirskoti næsta ár. Hetta metti postverkstjórin vera á eini leið, og at fyri henda pening bar til at reka stovnin á nøkunlunda sama støði, eisini næsta ár. Men í fíggjarlógaruppskotinum eru tær átta milliónirnar úr Landskassanum strikaðar ? har stendur null.
- Eg má siga, at hetta kemur sera óvart á meg, serliga tí at eg hevði fingið at vita, at Postverkið fór at fáa átta milliónir krónur næsta ár, sigur Bergur í Garði.
Av teimum átta milliónunum skuldu fimm milliónir krónur nýtast til íløgur, meðan tríggjar milliónur skuldu nýtast til raksturin. Peningurin til íløgur skuldi serliga nýtast til at fáa eina nýggja postavgreiðsluskipan, til kunningartøkni og til eina fíggjarætlanarskipan, umframt aðrar smærri íløgur. Summar av íløgunum eru longu farnar í gongd, og játtanin næsta ár var í so máta bara eitt framhald av eini verandi íløgu, men hesar ætlanir mugu nú steðgast, sigur Bergur í Garði. Hann leggur tó afturat, at ikki ber til at steðga øllum íløgum á stovninum.
Bergur í Garði sigur, at trupult er at fremja sparingar á postverkinum uttan at siga fólk úr starvi, tí umleið 80 prosent av samlaðu útreiðslunum á stovninum fara til lønir.
- Vit hava framt nógvar sparingar og hava harumframt havt ein inntøkuvøkstur seinastu árini, sigur Bergur í Garði og vísir á, at tað eru ikki meira enn nakrir fáir mánaðir síðan at postgjøldini hækkaðu, so tað ber illa til at hækka tey eina ferð afturat. Hann sigur, at skal Postverkið spara átta milliónir krónur næsta ár, so slepst ikki undan uppsagnum.
- Nú eg síggi tølini í fíggjarlógaruppskotinum er tað mín skylda sum leiðari á stovninum at fara at fyrireika sparingar. Eg havi eingi boð fingið um, at politiski myndugleikin hevur nakrar aðrar yvirordnaðar ætlanir við stovninum, og tí noyðist eg nú at seta meg niður at finna út av, hvar eg kann spara átta milliónir krónur, sigur Bergur í Garði.
Kom óvart á
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sum eisini varir av Postverkinum, er skelkaður av, at ikki eitt oyra er sett á fíggjarlógina til Postverkið.
- Eg hevði boðað frá, at Postverkið hevði tørv á átta milliónum krónum úr Landskassanum næsta ár, og hevið eisini biðið um at fáa pengarnar á játtanina til vinnumál. Men ikki fyrr enn fíggjarlógaruppskotið var farið til prentingar, fekk eg at vita, at játtanin var strikað, sigur Bjarni Djurholm. Hann leggur afturat, at ábyrgdin av at játtanin til Postverkið er strikað, tí liggur hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
Bjarni Djurholm vísir á, at hann í eina tíð hevur arbeitt við at umskipa Postverkið til alment partafelag. Í hesum sambandi skulu fleiri broytingar gerast á stovninum, og eisini skulu lógarbroytingar til. Bjarni Djurholm sigur, at verða hesar broytingar framdar, so ber til at spara tær átta milliónir krónurnar, sum Postverkið fer at hava í undirskoti næsta ár. Men enn væntar nakað í, áðrenn Postverkið kann umskipast til alment partafelag, og landsstýrismaðurin hevur heldur ikki fingið vissu fyri, at politisk undirtøka er fyri at umskipa Postverkið. Tí vil Bjarni Djurholm hava pengar á fíggjarlógina fyri næsta ár til stovnin.
- Tað er beinleiðis ímóti mínum vilja, at játtanin til Postverkið er burtur. Tí havi eg boðað Karsten Hansen frá, at eg vil hava vissu fyri, at eg fái politiska undirtøku í Tjóðveldisflokkinum fyri at umskipa Postverkið til alment partafelag. Fái eg ikki tað, so skal Karsten Hansen seta tær átta milliónirnar aftur á játtanina til Postverkið, sigur ein avgjørdur Bjarni Djurholm. Hann leggur afturat, at í løtuni verður arbeitt í Vinnumálaráðnum við lógarbroytingum fyri Postverkið, og fær hann politiska undirtøku í samgonguni fyri at umskipa Postverkið, so metir hann tað bera til at umskipa stovnin, og harvið spara tær átta milliónirnar, longu næsta ár.
- Hetta er eitt óheppið signal at senda út, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum bara strikar játtanina til Postverkið av fíggjarlógaruppskotinum, sigur Bjarni Djurholm, og leggur afturat:
- Tað er Karsten Hansen, sum hevur strikað pengarnar, og tí verður tað eisini hansara uppgáva at fáa teir aftur á fíggjarlógina, kann Tjóðveldisflokkurin ikki taka undir við at umskipa Postverkið, sigur Bjarni Djurholm.
Keyptur ella seldur
Stjórin á Postverkinum, Bergur í Garði, hevur sum nevnt ikki fingið nøkur boð um, hvørjar politisku framtíðarætlaninar eru fyri Postverkið. Tí fer hann nú undir at fyrireika seg til at skula spara átta milliónir krónur næsta ár. Hann ætlar sær at gera eitt upplegg til, hvar pengarnir kunnu sparast.
- Tað er mín skylda, tá eg nú síggi tølini í fíggjarlógaruppskotinum, at taka tey í álvara. Tí fari eg nú at fyrireika sparingar á stovninum. Tað er greitt, at tá eingir pengar eru, so mugu vit at nýta neyðbremsuna. Vit hava longu framt tær innanhýsis sparingar, sum vit kunnu, og tá 80 prosent av okkara útreiðslum fara til lønir, er ikki trupult at ímynda sær, at sparingin fer at merkja nógvar uppsagnir, sigur Bergur í Garði, stjóri á Postverkinum.










