Postverkið má liva í óvissuni

- Landsstýrið er samt um at raðfesta eldraøkið hægst næsta ár, og tað merkir millum annað, at eingir pengar eru til Postverkið. Hetta visti Bjarni Djurholm eisini av, men tá hann so allíkavæl ætlaði at játta Postverkinum átta milliónir á fíggjarlógini, so noyddist Fíggjarmálaráðið at strika pengarnar. Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú tað vísir seg, at átta milliónir mangla í fíggjarætlanini hjá hjá Postverkinum næsta ár. Karsten Hansen vísir á, at arbeitt verður við at fremja broytingar innan Postverkið, so stovnurin gerst bíligari at reka. Broytingarnar skulu fremjast í hesum árinum.

Postverk Føroya skal umskipast, so ella so. Og broytingarnar skulu stingast út í kortið og fremjast, longu í ár. Tað er greitt, eftir at játtanin til stovnin er strikað í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár. Spurningurin er so, hvørt Postverkið skal umskipast til alment partafelag, ella onkur onnur loysn skal finnast. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, er av tí áskoðan, at rættast er at umskipa Postverkið til alment partafelag, og landsstýrismaðurin metir, at henda loysn fer at gera Postverkið bíligari at reka. Í øllum føri tær átta milliónirnar, sum í dag mangla í roknistykkinum hjá postverksstjóranum til fíggjarætlan fyri næsta ár. Úr Vinnumálaráðnum hevði Bergur í Garði, stjóri á Postverkinum, annars fingið vissu fyri, at hann fór at fáa átta milliónir úr landskassanum næsta ár, men henda játtan er síðan skorin burtur. Bergur í Garði vísir á, at av hesum átta milliónunum skuldu millum tríggjar og fýra milliónir nýtast til rakstur, meðan restin skuldi nýtast til íløgur. Hann leggur afturat, at ikki ber til at spara allar íløgurnar burtur, og tí verður helst neyðugt at finna enn størri part av pengunum av rakstrinum, harav lønir eru 80 prosent.
Í Sosialinum í gjár segði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sum eisini varir av Postverkinum, at hann hevði sett pengarnar av til Postverkið, fyri á tann hátt at tryggja grundarlagið undir stovninum næsta ár. Men hann legði afturat, at fór tað at eydnast at umskipa Postverkið til alment partafelag næsta ár, so fór ikki at verða neyðugt við játtanini. Tí var hann skelkaður, tá hann, eftir at fíggjarlógaruppskotið var farið til prentingar, fekk at vita, at Fíggarmálaráðið hevði strikað játtanina til Postverkið.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er ikki heilt samdur við tulkingini hjá Bjarna Djurholm av gongdini í málinum. Karsten Hansen vísir á, at tað á landsstýrisfundi, væl áðrenn fíggjarlógin fór til prentingar, var semja um at raðfesta onnur øki, millum annað eldraøkið, hægri, og at eingir pengar tí vóru til Postverkið næsta ár.
- Tað var semja í samgonguni um, at onnur øki í samfelagnum skulu raðfestast hægri, og at eingir pengar tí vóru til Postverkið. Men tá eg so fái uppskotið til játtanir til málsøkið vinnumál frá Bjarna Djurholm, eru átta milliónir kortini settar av til Postverkið. Trupulleikin er bara, at tá var longu semja um at nýta pengarnar til onnur øki, og tað ber jú ikki til at nýta somu pengar tvær ferðir. Tí valdi eg at strika hesa játtan, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Postverkið skal umskipast
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, vísir á, at fæst ikki politisk undirtøka fyri at umskipa Postverkið til alment partafelag, so kemur stovnurin í álvarsligar trupulleikar, tí so mangla átta milliónir í fíggjarætlanini hjá stovninum. Hann vil tí hava landsstýrismannin í fíggjarmálum at veita vissu fyri, at játtanin til Postverkið kemur aftur á fíggjarlógina, fæst ikki politiskur meiriluti fyri at umskipa stovnin.
Karsten Hansen sigur, at málið snýr seg ikki um, hvørt hann skal veita Bjarna Djurholm vissu fyri nøkrum sum helst.
- Eg havi fingið boð um, at man hevur ætlanir um at finna eina endaliga loysn fyri Postverkið, og at henda loysn verður funnin í hesum árinum. Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, sigur Karsten Hansen. Hann kann tí heldur ikki veita postverksstjóranum nakra vissu fyri, at játtanin til stovnin kemur aftur á fíggjarlógina, eydnast tað ikki politiska myndugleikanum at semjast um framtíðina hjá Postverki Føroya.
Karsten Hansen hevur lítlan hug at gera viðmerkingar til, hvørt hann og restina av Tjóðveldisflokkinum taka undir við at umskipa Postverkið til alment partafelag.
- At umskipa Postverkið til alment partafelag er ein møguleiki av fleiri, sigur Karsten Hansen og leggur afturat, at enn væntar nakað í, áðrenn ein loysn er funnin fyri Postverkið. Hann ivast tó ikki í, at ein loysn verður funnin fyri Postverkið í hesum árinum.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, segði av tingsins røðarapalli hósdagin, at í samband við at umskipa Postverk Føroya til alment partafelag, verður lagt upp til, at Postverkið millum annað skal selja burturav sínum aktivum, t.d. bygningum, fyri millum 30 og 40 milliónir krónur.