Postverkið kann missa pengar

Pengeinstitutternes Betalings Systemer í Danmark tjena pengar fyri hvørja sjálvvirkandi flyting, sum føroyingar fremja frameftir. Harafturímóti kann Postverk Føroya missa nakað av peningi, um farið verður yvir til GjaldSkipan í staðin fyri V&T-skipanina. Postverksstjórin óttast kortini ikki gongdina

GJALDSSKIPAN

Verður føroyska V&T-skipanin avhøvdað til frama fyri nýggju Gjaldsskipanina hjá Elektron og peningastovnunum, so kann Postverkið missa munandi upphæddir.
Tað metir ein kelda við góðum kunnleika til peningaheimin, sum kennir væl til V&T-skipanina.
Stórir kreditorar, so sum SEV, Shell, Statoil, Føroya Tele og Kall díkja okkum undir í fráboðanum. Hóast rokningarnar verða goldnar við føstum flytingum, so syrgja stóru fyritøkurnar altíð fyri at senda eina fráboðan frammanundan, har sagt verður frá, hvussu nógv verður flutt av tínari konto. Vit kenna tað oftast sum eitt krossað girokort.
Nýggja Gjaldskipanin sendir eitt samlað yvirlit til kundan, og tí kann roknast við, at kreditorarnir gevast at senda fráboðanir sjálvir.

Niður at venda
GjaldSkipanin er ein føroysk útgáva av Betalings Service hja PBS. Við nýggju skipanini skulu allar flytingar til Danmarkar at venda. Fyri hvørja einstaka flyting fær PBS yvir 4 krónur. Talan er sostatt um milliónaupphæddir, ið enda í Danmark.
Nú farið verður yvir til Gjaldskipanina fær kundin sostatt eitt samlað yvirlit hvønn mánað. Tað merkir, at stóru føroysku kreditorarnir ikki longur nýtast at senda sínum kundum eina fráboðan, tí hon stendur á mánaðarliga yvirlitinum.
Sostatt kann Postverkið missa inntøkurnar fyri porto av øllum teimum fráboðanum, sum vit fáa frá telefyritøkum, oljufeløgum og øðrum.

Stórur partur
Postverkstjórin sigur, at handilspostur er ein stórur partur av inntøkukelduni hjá Postverkinum, og harímillum eru eisini fráboðanirnar um fastar flytingar frá kreditorum.
Bergur í Garði óttast kortini ikki fyri, at Postverkið gerst fátækt av hesi orsøk.
? Tað slept ikki undan, at øll automatisering vil viðføra, at posturin minkar. Men sum postverkstjóri eri eg ikki bangin fyri, at stóru kreditorarnir gevast at senda brøv til sínar kundar, hóast teir ikki nýtast tað longur, sigur Bergur í Garði.
Í Gjaldskipanini stendur navnið á kreditorinum millum nógvar aðrar, sum eru savnaðir í einum yvirliti. Sostatt er hann ikki serliga sjónligur.
? Um stóru kreditorarnir eru góðir við sínar kundar, so trúgvi eg ikki, at teir eru nøgdir við at standa á einari linju á einum brævi frá Gjaldstænastuni. Teir fara helst framhaldandi at senda sínum kundum brøv, so teir eisini frameftir eru sjónligir í hugmyndini hjá kundanum, sigur Bergur í Garði.