Postverkið

Hóast uppskotið viðvíkjandi postverkinum bara snýr seg um eina eykajáttan til rakstur, roynir formaðurin í fíggjarnevndini og landsstýrismaðurin í vinnumálum at draga inn í nevndarviðgerðina onnur viðurskifti, sum einki hava vit hetta mál at gera. Teir gera nógv burtur úr at gera postverkið til alment partafelag, hóast tað ikki er politisk semja í samgonguni um hetta. Tað kann tykjast løgið at fara at skriva álit um eitt mál, sum ikki er lagt fyri tingið.

Tað, sum tjóðveldisflokkurin hevur kravt viðvíkjandi postverkinum, er, at starvsfólkið verður tikið við upp á ráð, hvat er besta loysnin. Tað, sum øllum politikarum er kunnugt, er, at postverkið er niðurpínt fíggjarliga seinastu árini.

Postverkið var á fíggjarlógini í nógv ár, fyrst í 90?unum var lítil og eingin játtan. Tá játtanin var hægst í 80?unum, var talan um einar 19 milliónir um árið. Tað er tí púra greitt, at verkið er niðurpínt fíggjarliga í gjøgnum nógv harrans ár.

Tað er tí stórur tørvur á íløgum í viðlíkahald av bygningum og nýmótans tøkni. Støðan er tí tann, at Postverk Føroya er langt aftanfyri, um vit samanbera okkum við hini norðurlondini, sum fyri mongum árum síðani sum almennir stovnar eru útbygdir við nútímans tøkni.

Tað kann tí als ikki góðtakast, tá sagt verður, at tað er nøkur loysn at gera postverkið til partafelag í verandi fíggjarstøðu. Tað er tí ein stórur spurningur, um politikarar eru til reiðar at játta tað, sum skal til, fyri at Postverk Føroya kann yvirliva sum partafelag undir teimum treytum, sum partafelagslógin setir.

Postverk Føroya er í dag stovnur undir Føroya Landsstýri við tí endamáli, sum lógin frá 1976 setir. Tað vildi verið ein stór skomm, um P/F Postverk Føroya fór á heysin. Úrslitið av hesum vildi verið, at landskassin hevði verið noyddur at keypt egnu ogn sína aftur við stórum tapi.

Tær royndir, sum vit hava av at skipa eitt ávíst prosjekt í eitt alment partafelag, eru skakandi. Landsstýrismaðurin hevur við hesum frásagt sær og komandi landsstýrismonnum alla á-byrgd til eina nevnd, sum hann sjálvur hevur valt til at gera tað, sum hann sjálvur ikki torir. Løgtingið hevur eisini mist sína ávirkan, við tað at Løgtingið ikki kann draga nevndina til svars á sama hátt sum landsstýrismannin.

Hetta hevur higartil kostað landskassanum eitt tvísifrað millióntal. Ikki nokk við tí. Arbeiðið er av hesi orsøk seinkað í meira enn hálvtannað ár. Her er talan um P/F Vágatunnilin. Landsverkfrøðingurin, sum sambært lógini skuldi hava eftirlit við arbeiðinum við ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum, er skúgvaður til síðis, við tað at teirra tilmæli ikki verður tikið til eftirtektar.

Í 80?unum var tað inn, at geva landskassaveðhald til privatar fyritøkur. Nú sær tað út til, at tað er inn at stovna almenn partafeløg við landskassanum í rygginum til at reka almennar stovnar av privatum.

Sum orðatakið sigur: Tað er vandi í hvørjair vælferð. Tað skuldi ikki undrað meg, um landskassin kemur at hanga upp á hesi feløg uttan at hava ávirkan á tað, sum fer fram.


Heine O. Heinesen