Postverkið hevur seinastu tvey árini verið ígjøgnum eina strævna, men neyðuga tilgongd. Almenni stovnurin er vorðin eitt felag, ið skal liva upp til broyttar marknaðartreytir Inntøkurnar eru minkaðar 8% síðan 2005, og minkingin heldur støðugt fram. Framskrivingar vísa, at virksemið hjá postverkinum fer at geva stórt hall komandi árini, um ikki okkurt munagott verður gjørt. Tí eru broytingar neyðugar fyri at tryggja tilverugrundarlagið, skrivar leiðslan í Postverki Føroya í tíðindaskrivi.
Hóast uppsagnir og umskipanir, er útskiftingin millum tey 300 starvsfólkini á leið 10% um árið seinastu trý árini. Hetta er ikki eitt óvanligt tal, samanborið við aðrar stórar fyritøkur í broyting.
Í sambandi við einskiljingina av Postverki Føroya meldaði fyritøkan seg sum lim í Føroya Arbeiðsgevarafelag, á sama hátt sum Føroya Postfelag, meldaði seg inn í Starvsmannafelagið.
Hóast samskiftið kann tykjast ógvisligt í fjølmiðlunum, so er bati í samskiftinum millum fakfelag og leiðslu, nú samráðingar um sáttmálaviðurskifti eru fluttar úr Postverki Føroya til avtalupartarnar á arbeiðsmarknaðinum, skrivar Postverkið.
Hetta merkir, at Postverk Føroya sjálvsagt hevur í hyggju at halda allar sáttmálar. At ivamál so kunnu stinga seg upp um tulking av ymisku lutunum í sáttmálanum, er ein onnur søk, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið vanliga greiða sínamillum í sátt og semju, skrivar Postverk Føroya í tíðindaskrivi.