Fleiri handlar og fyritøkur í Havn hava postboks í miðbýnum, og dagurin hjá fleiri handilsfólkum og starvsfólkum byrjar við at fara eftir posti í postsmoguni í húsinum, sum áður var posthús.
Men nú noyðast hesi fólk at broyta sínar vanar.
Posta boðar frá, at fyrst í februar verða postsmogurnar í miðbýnum og á Argjum allar fluttar á Óðinshædd.
Annars kunnu fyritøkurnar við postsmogu tekna vinnuhald, ið er útkoyring og heinting av posti. Posta átekur sær at tøma postsmogurnar og koyra postin út fyrrapart ella seinnapart alt eftir tørvi. Samstundis tekur Posta ímóti postinum frá teimum fyritøkunum og avgreiðir hann.