Føroya Postfelag er farið í verkfall. Orsøkin er, at hvørki Landsstýrið ella Vinnumálastýrið hava hildið tær avtalur, tey hava gjørt við Føroya Postfelag.
Í tíðindaskrivið, sum Føroya Postfelag hevur sent út, verður greitt frá gongdini so sum Postfelagið sær hana.
Málið byrjaði við, at leiðslan á Postverk Føroya arbeiddi við at seta upp møguleikar, fyri framtíðarbroytingum av bygnaðinum hjá postverkinum.
Táverandi landsstýrismaður í vinnumálum, kundi ikki taka undir við hugsanunum hjá leiðsluni, og bað tí umsitingina gera uppskot til lóg um postflutning og lóg um Postverk Føroya.
Tá Føroya Postfelag frætti um hesar ætlanir, gjørdu tey vart við, at felagið ynskti at vera við í fyrireikingararbeiðnum til hesi lógaruppskot.
Umboð fyri Postfelagið vóru á fundi við landsstýrismannin, og har fingu tey váttað, at tey skuldu sleppa at vera við og at arkið skuldi verða blankt, tá tey byrjaðu.
Men mongum brestir ætlan.
Tí stutt eftir henda fundin, fekk postfelagið eitt endaligt uppskot til lóg um postflutning.
Hetta, sigur Postfelagið, var fyrru ferð, vinnumálastýrið breyt avtaluna.
Eftir hetta var brævaskifti aftur og fram millum Postfelagið og vinnumálastýrið og tað endaði við semju í fýra punktum.
Avtalan er skrivliga váttað av aðalstjóranum fyri vinnumálastýrið í skrivið 21. oktober i fjør.
Avtalað varð eisini, at advokatarnir hjá landsstýrinum og postfelagnum umframt ein fulltrúi í landsstýrinum, skuldu gera eina lógarskitsu og síðani skuldi lógararbeiði byrja, har nevndarlimir í Føroya Postfelag skuldu vera við.
Illa gekst tó í hond.
Síðst í februar fekk advokaturin hjá Føroya Postfelag boð um, at arbeiðið skuldi byrjað aftur 27. februar í ár, og við so stuttum skotbráið kundi felagið ikki savna nevndina.
Felagið boðaði frá hesum og eisini at tey fyrst í hesi vikuni, kundu taka málið til viðgerðar, og væntaðu at tað var í lagið, sambært avtaluna við vinnumálastýrið.
Tað næsta Postfelagið frættir er, at uppskotini eru farin niðan í tingið, uttan at tey kenna orðingina í uppskotunum.
Hetta er annað avtalubrotið Vinnumálastýrið fremur móti Føroya Postfelag, og tað góðtekur felagið ikki uttan víðari.
Tey góðtaka ikki, at almennur myndugleiki setir til viks greiðar avtalur, og tí hava tey avgjørt at taka neyðugu stigini, nú uppskotini eru løgd fyri tingið.
Felagið heldur ikki, at tað er nøktandi, at Landsstýrið bjóðaði teimum til fundar í gjár, tí, sigur felagið, hetta er ein roynd at fjala út yvir, tað greiða avtalubrot, sum landsstýrismaðurin hevur framt móti fakfelagnum.