Postludium

Tað fekk eftirspæl, at verkfallsvaktirnar ikki sluppu at kanna postbilin á flogvøllinum. Postbilurin, sum varð steðgaður á flogvøllinum mánadagin, verður standandi innan fyri gyrðingina. Verkfalsvaktir eru við øll portrini við flogvøllin

Blokada

Flogvøllurin:Verkfallsvaktir ansa eftir, at postbilurin ikki sleppur út av flogvøllinum. Grundin er, at verkfallsfólkini halda, at postbilurin flytir farm, sum Postverkið vanliga ikki plagar at flyta.
Tað stendur ein lastbilur hjá Postverki Føroya undir torninum á flogvøllnum. Har hevur hann staðið eitt gott samdøgur, og har kemur hann at verða standandi, siga fólkini, sum arbeiðaraeløgini hava sett at vera verkfallsvaktir við allar inn- og útkoyringar á flogvøllinum.
Verkfallsfólkini hava skipað seg við bilum ymsastaðni kring vøllin, soleiðis at tey síggja alt, sum fer fram við ymsu portrini. Eisini oman fyri sjálvt flogvallarøkið standa tey. Haðani hava tey yvirlit yvir allan vøllin, sum hann er, í einum.
?Vit hava nú sitið her í tríggjar tímar síðan klokkan seks í morgun, greiðir ein av verkfallsvaktunum frá. Tá loystu vit náttarvaktina av. Feløgini hava gjørt av, at vakt skal haldast alt samdøgrið, soleiðis at eingin roynir at fara av stað við bilinum, meðan eingin vakt er.
Vaktarmaðin greiðir frá at tey hava biðið um at sleppa at síggja inn í postbilin, men fingu ikki loyvi. Tí verður bara stongt fyri, so hann ikki slepur av vøllinum.
?Teir kundu bara latið okkum sloppið at sæð, at einki, sum ikki skuldi vera har, var í bilinum. So var alt í lagi, og bilurin kundi farið sín veg, sigur vekrfallsvaktin.
Á parkeringsplásisnum uttan fyri terminalin stendur ein annar postbilur av sama slag, sum tann, ið stendur innan fyri gyrðingina.
Førarin sit inni í terminalinum og fær sær ein kaffimunn. Hann bíðar, til flogarið við postinum kemur fyrrapartin.
?Nei, hann fær ikki postn við sær til Havnar, sigur hann, men hann skal fylla tann postin, sum kemur úr Danmark í dag, inn í bilin, sum sendur inni á økinum, sigur hann.
Tað, sum hann hevur havt vestur við sær, fer á ein vogn og verður koyrt umborð á flogfarið. Tí postinum er einki galið við.
Postbilførarin sigur, at umleið 1.600 kg av posti eru í bilinum, og umleið tað sama man fara at koma í dag, heldur hann. Men tað steðgar so har.
Verkfallsmaðurin uttan fyri heldur, at postmenninir kunnu bara vísa teimum, hvat er í bilinum. Og er ikki annað enn vanligur postur, sum tey siga, í honum, ja, so er einki galið, og bilurinn kann ótarnaður fara suður til Havnar.
?Men vit hava eitt ánilsi av, at har er onkur farmur í eisini, sum teir ikki vilja vís aokkum. Tí blokera vit.
Georg Hansen, næstformaður í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at tey hava fingið at vita frá vekfallsvaktunum, at hesi hava illgruna um, at Postverkið hevur tikið onkran farm, sum eitthvørt annað flutningsfelag ikki vildi taka.
?Vit lseppa ikki at kanna tað. Og tá so er, steingja vit heilt, sigur hann.
Hetta er ikki heilt í tráð við tað, ætlanin var, tá verkfallð byraði. Tá var ongangtíð ætlanin at gera nakað við postin. So leingi talan var um vanligan post við pakkum upp til 20 kg.
Men nú tykist støðan vera ein onnur, og so reagera vit eisini hareftir, sigur hann.
At tað stendur ein vognur við postsekkjum, sum skulu við flogfarinum til Danmarkar, innan fyri gyrðingaina, tekur Gerog Hansen róliga.
?Hatta er vanligur postur, sum komin er vestur við bussinum. Og har er eisnki av størri tingum við, sigur hann.
Í aðrar mátar er friðaligt í Vágum, sigur Georg Hansen. Fiskavirkini eru stongd, og fólk hava skikkað sær væl, so einki er at fara eftir.
Alibrúkini hava fingið undantaksloyvi at taka deyðan fisk upp, og tað gera tey so. Men her vesturi er ikki ILA í ringunum, so nøgdirnar, her skulu takast, eru smáar.
?Vit hava vaktir kring í oynni, sum alla tíðina hava eyguni við arbeiðsplássum, har fólk eru í vekrfalli. Og har hava eingir rupulleikar verið, sigur Gerog Hansen, næstformaður í Føroya Arbeiðarafelag.