Á in.fo í morgun skrivaðu vit um postkassan í Gjógv, sum er tikin niður. Ístaðin fyri postkassan eru nú eini boð, ið heita á gjáarfólk um at brúka postkassan á Oyrabakka - góðar 50 kilometrar burturi.
Joel undir Leitinum, stjóri í Posta, sigur stutt og greitt, at postkassin verður ikki brúktur, og tí er hann tikin niður.
– Tí hann verður ikki brúktur. Meiningsleyst arbeiði gera vit ikki. Postboðið skal ikki gera arbeiði í Gjógv, sum ikki gevur meining, sigur Joel undir Leitinum.
Postboð kemur framvegis til Gjáar at bera út postin. Tá spurdur um, hví postboðið ikki kann halda áfram at kanna postkassan í Gjógv, nú postboðið hóast alt skal til Gjáar kortini, svarar Joel undir Leitinum, at talan er um meiningsleyst arbeiði, og tað skulu postboðini hjá Posta ikki fáast við.
– Leggur tú allar postkassar í landinum tilsamans, sum postboð skulu hyggja niðurí bara fyri at síggja ein tóman postkassa, so er tað nógv arbeiði tilsamans. Eg fari ikki at biðja eitt postboð lata lúkuna upp á einum postkassa, sum einki er í.
Joel undir Leitinum sigur, at talan er um eina tilgongd, ið hevur verið í eina tíð, og tað er av tilvild, at tað er í Gjógv beint undan jólum, tá fólk annars fara undir at senda jólakort.
Joel undir Leitinum veit ikki at siga, um fleiri postkassar skulu takast niður nú, men sigur, at verða teir ikki brúktir, so verða teir tiknir niður.
– Tað er tað, sum kemur undir "meiningsleyst arbeiði". Allir postkassar, sum ikki verða brúktir, verða tiknir niður. Vit hava tikið postkassar aðrastaðni í landinum niður fyri fleiri árum síðani, og tað er eingin, sum saknar teir, sigur Joel undir Leitinum.











