Postkassin stóð til at bresta

Stórur áhugi er fyri búmerkjakappingini hjá Sjóvar kommunu

Leygardagurin 1. september var seinasta freist at lata inn uppskot til búmerkjakappingina hjá Sjóvar kommunu, ið bleiv lýst fyrr í summar. Kommunan tók stig til kappingina, tí hon vónar at fáa eitt uppskot til búmerki, ið á einfaldan hátt lýsir Sjóvar kommunu.


Og ikki kann sigast annað enn, at áhugin fyri at gera nýggja búmerkið hjá kommununi er øgiliga stórur. Tí tá starvsfólkini komu til arbeiðis í morgun, bíðaði har ein serlig sjón.


- Tá vit lótu postkassan upp í morgun, stóð hann til at bresta. Har vóru eini 53 uppskot tilsamans, sigur Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, ið ikki hevði væntað so nógv uppskot.


Borgarstjórin upplýsir, at umsitingin fer nú undir at hyggja gjøgnum uppskotinum, áðrenn tey verða løgd fyri kommunustýrið at taka støðu til.


Kommunan setti sum treyt í kappingini, at hon skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu uppskotini ella einki at velja. Kommunustýrið kann eisini gera broytingar í einum møguligum vinnandi uppskoti.


Tann persónurin sum eigur vinnandi uppskoti fær 20.000 krónur í virðisløn.