Burtursæð frá onkrum ferðsluóhappi og einum sprongdum postkassa, hevur vikuskiftið verið stak friðarligt
Nøkur smærri ferðsluóhapp orsakað av hálkuni hava verið, men hesi høvdu ikki nógv upp á seg. Onkur kærdi um harðan tónleik í einari íbúð í vesturbýnum, men eingin harðskapur ella illstøða var, sum løgreglan veit um at siga.
Á Tvøroyri var eitt ferðsluóhapp, har ein ávirkaður bilførari rendi á annan bil, men sum skilst var skaðin kortini ikki stórur.
Mest harðliga hendingin fór fram náttina til leygardagin, tá onkur hevði funnið frægd í at spreingja ein postkanna í luftina við fýrverki. Hetta var meldað til løgregluna seinnapartin leygardagin.
Men samanumtikið eitt óvanliga friðarligt vikuskifti