Postkassar sprongdir

2. januar komu tvær fráboðanir um, at ótangar høvdu sprongt postkassar í Hoyvík í luftina við fýrverki.
Fyrra fráboðanin kom kl. 15.30 í Guttormsgøtu á Løgmannabreyt, og seinna fráboðanin kom kl. 16.10 Millum Gilja.
Vakthavandi sigur, at teir ikki fingu fatur í ótangunum, men at tað er ógvuliga sannlíkt, at tað hava verið teir somu, eftirsum, at tað var so stutt ímillum spreingingarnar, og at tað var í sama økið.