Posthúsini!

Nú tað kemur fyri á tingi at avgera, um tey posthús, sum postmeistarin og landsstýrismaðurin hava avgjørt at lata aftur, skal gerast veruleiki ella ikki, vóna vit, sum búgva í hesum bygdum, at løgtingsmenn eru so mikið vaknir, at teir vita, at vit eiga somu rættindi sum fólk aðrastaðni og í Havn við 4-5 posthúsum, vit eru jú borgarar í sama landi.


Tá løgtingsmenn so trúliga fjórða hvørt ár, ferð eftir ferð biðja okkum velja seg, vóna vit inniliga, at teir nú vilja sýna beinasemi afturímóti.

Á Toftum vóna vit, at løgtingsmaðurin her, sum nú í ein hálvan mansaldur hevur biðið um, og fingið, næstan allar atkvøðurnar, nú vil atkvøða fyri okkum, og helst fáa fleiri samgongumenn til tað sama.


Toftafólk


Apropos Dúgvuna, sum eingin vil hava: Her vóru vit sera glað fyri ferjuna. Setið hana aftur í sigling ímillum Toftir og Havnina.