Posthúsini fækkast

Á nýggjárinum hevur Posta møguleikan at niðurleggja fleiri postavgreiðslur, soleiðis at posthúsini fara úr 21 niður í sjey. Nakrar avgreiðslur steingja heilt vist tá, men tað er framvegis ivasamt, hvussu nógvar lata aftur, sigur Sofus Clementsen, stjóri í Posta

Fleiri av teimum 20 starvsfólkunum, sum Posta hósdagin segi úr starvi, fingu ikki tann hvøkkin av uppsagnunum. Nøgdin av posti minkar støðugt, og fleiri uppgávur, sum fólk áður røktu, taka tólini sær av nú.
Tá ið postverkið varð lagt yvir í alment partafelag, varð postverkið bundið við lógini at hava so og so nógv posthús. Í dag eru posthúsini 21 í tali.
Men bindingin av so nógvum posthúsunum gongur bara til 31. desember í ár. Tá kann Posta steingja fleiri postavgreiðslur, so bara sjey posthús verða eftir.
- Men so nógv posthús lata ikki aftur í senn. Vit fara ikki at gera nakra kollvelting, sigur Sofus Clementsen, stjóri í Posta.
Hann sigur, at ymist má gerast, tí tað ber ikki til, at útreiðslurnar eru so nógv størri enn inntøkurnar. Posta Heima, Posta Her, útbering til vinnu í arbeiðstíðini og útbering til privatfólk um kvøldið eru tiltøk, sum Sofus Clementsen heldur eru at veita betri tænastu. Sumt av hesum hevur ymiskar barnasjúkur, men tær lekjast við tíðini.
Nøgdirnar av posti minka alsamt, og tær fara óivað at minka meira enn, sigur Sofus Clementsen, sum ikki vísir aftur, at neyðugt verður at gera aðrar umleggingar ella sparingar.
- Tað loysir seg ikki at vera ov bjartskygd viðvíkjandi nøgdini av posti í framtíðini. Vit mugu laga okkum eftir viðurskiftunum sigur hann.

Fíggjarkreppan rakt Posta
Sofus Clementsen ivast ikki í, at fíggjarkreppan hevur gjørt sítt til, at færri brøv verða send nú. Fyri at spara brúka fyritøkur heldur elektroniskar miðlar enn at senda brøv við posti.
Pakkaflutningurin í, til og úr Føroyum er væl minni enn í grannalondunum. Sofus Clementsen gevur tollingini ein part av skyldini. Fólk tíma ikki at senda pakkar við tí forðingini, heldur hann.
Broytingartilgongdin er ikki nakað eindømi innan post- og flutningsvirksemi. Í øllum londum, vit vanliga samanbera okkum við, eru post- og flutningsfeløg farin undir og eru væl ávegis í hesi tilgongd.

Tíðin farin frá posthúsum
Sofus Clementsen heldur tað vera sjálvsagt, at nøkur posthús lata aftur á nýggjárinum. Nøkur av smáu posthúsunum hava bara opið ein ella tveir tímar mitt um dagin, og eingin fer á posthúsið tá.
- Tað er eingin meining í at hava tey posthúsini opin longur, sigur stjórin.
Heldur enn at hava posthús, heldur hann tænastuna við at koyra allan postin út vera nógv betri. Pakkarnir eru so fáir kortini.
Uppsagnirnar hósdagin raktu breitt í Suðuroynni, miðstaðarøkinum, í Norðoyggjum og í Eysturoynni.
- Vit fara sum nevnt ikki at gera nakra kollvelting, men tað verða alla tíðina gjørdar broytingar, og vit eru ikki komin á mál enn, sigur Sofus Clementsen, sum við vissu kann siga, at fleiri starvsfólk verða ikki søgd úr starvi í Posta í ár.