Posthúsið í SMS letur aftur

Frá týsdegnum, 1. februar, verður ikki longur gjørligt at avgreiða ørindi hjá Postverkinum í SMS

Tað hevur verið alment kent í eina tíð, at avgreiðslan í SMS fór at steingja, nú sparingar av ymsum slag enn einaferð skulu fremjast á stovninum, og mikumorgunin kom so tíðindaskriv, har endaliga avgerðina varð fráboðið.
Postsmogurnar í SMS verða tó verandi á staðnum eina tíð afturat, men ætlanin er, at hesar í framtíðini skulu flytast til høvuðsdeildina á Óðinshædd, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Flytingin viðførir sjálvsagt, at pláss verður tøkt í SMS, men enn er ikki gjørt av, hvat skal henda við hesum.
- Vit eru í ferð við at planleggja eina komandi umbygging ella renovering av SMS, og plássið, har Posthúsið hevur verið, er so ein partur av hesum, er einasta viðmerkingin, sum Hans Mortensen, stjóri í SMS, hevur til hetta.