Posthús- og girobanki sum umsitir føroysku lønarútgjaldingarnar?

Niels Midjord
---

Havi áður víst á, hvussu týdningarmikið tað er, at javnvág er ímillum miðstaðarøkið og útjaðaran. - At hendan javnvágin ikki bert er av avgerandi týdningi fyri útjaðaran, men fyri samfelagið sum heild og ikki minst fyri høvuðsstaðin og hansara positión í samfelagnum.
Tað er tí óskiljandi fyri meg, at landsins myndugleikar góðtaka tað niðurlaging av útjaðaranum, sum er hend seinastu árini, tá íð fyrst smáu posthúsini- og síðan bankarnir lótu aftur. Sagt verður at hetta er av reinum handilsligum grundum. - At tey verða latin aftur, tí tey ikki longur bera seg. Hetta er ein herkin biti at svølgja hjá teimum, sum búgva í útjaðaranum, og sum eru fyri alsamt læðkandi tænastustøði.
Í øðrun londum rekur postverkið eisini bankavirksemi. Hevði tað ikki verið eitt hugskot, um Postverk Føroya eisini gjørdi tað sama? Um ein banki og eitt posthús ikki bera seg hvør sær, so kann ein samanløgd banka- og postavgreiðsla gera tað.
Ein kundi so spurt, hvat fyri pening føroyski girobankin skuldi umsiti?
Hvussu ber tað til, at innlánsrentan hjá bankunum ár út og ár inn kann verða liggjandi á 0 % ? Man tað ikki vera tí, at alt føroyska peningarenslið kortini fer ígjøgnum bankarnar, tí teir umsita alt lønarútgjald í landinum? Er tað rímiligt, at bankarnir skulu spinna gull úr tínari løn, uttan at tú fært nakað í viðurlag. Hevði tað ikki veri rímiligari, um ein almennur stovnur, sum føroyski girobankin tók sær av hesum? Um ikki annað, so hevði tað ført til, at innlánsrentan í føroysku bankunum hækkaði. Og ikki minst: Tað hevði hækkað tænastustøði hjá teimum, sum búgva í útjaðaranum á ein handilsliga forsvarligan hátt.