Postgjøldini hækka

Tíðindaskriv

 

Mánadagin 15. oktober hækka flestu postgjøldini hjá Postverki Føroya.

Síðani 1. oktober 1999 hava ongar stórar broytingar verið í postgjøldum, og postgjøldini fyri brøv innanoyggja upp í tvey kg.

eru ikki broytt síðani 1. januar 1996.

Bræv undir 20 gr. hækka nú 10-12%. A-brøv innanoyggja fara frá mánadegnum at kosta 5,00 kr., meðan eitt B-bræv fer at kosta 4,50 kr. Brøv til lond í Evropa koma ávíkavist at kosta 6,50 kr. fyri eitt vanligt A-bræv og B-brøvini 6,00 kr.

Pakkagjøldini innanoyggja broyta eisini prís mánadagin. Farið verður frá einum gjaldi til fýra vektargjøld. Til dømis fer ein pakki upp til fimm kg. at kosta 40,00 kr. og ein pakki millum 5 og 10 kg.

Umframt hesar broytingarnar verða næstan øll onnur postgjøld dagførd, tó ikki gjøld fyri útbering av bløðum

Faldari við upplýsingum um nýggju postgjøldini verður at fáa á posthúsunum, og verður eisini lagdur í allar postsmogur.