Formaðurin í Postfelagnum kemur nú upp í málið um útberingina av føroysku bløðunum.
Hann heldur, at tað ber til at finna eina loysn, so tað framyvir eisini verða postmenninir, sum fara at bera bløðini út.
Seinastu tíðina hevur verið nógv tosað um Postverk Føroya. Stovnurin manglar pening, og tað hevði verið ein dyggur fíggjarligur smeitur fyri Postverkið, um føroysku bløðini fóru undir sína egnu útbering, soleiðis sum tey hava hótt við.
Spurningur um prís
? Sjálvandi vilja vit bera bløðini út um kvøldið, men tað er bara ein spuringur um prís.
Hetta sigur formaðurin í Postfelag Føroya, Sunleif Højgaard. Hann roknar við, at flestu postmenninir eru samdir við honum. Men tað veldst um lønina.
? Vit eru til reiðar at seta okkum niður og finna eina loysn, sigur Sunnleif Højgaard.
Í staðin fyri at fara at bera post út tvær ferðir um dagin, er eitt alternativ bara at bera post út um kvøldið.
Hesum tankanum avvísir Sunleif Højgaard ikki, men hann heldur, at tað er vert at kanna henda møguleika.
? Vit eru noyddir at taka hædd fyri tí, sum kundanir ynskja, sigur Sunleif Højgaard.
Enn hevur Postfelagið ikki viðgjørt henda møguleika saman við Postverkstjóranum ella innanhýsis.
? Vit vilja hava eina loysn á málinum, og vit eru ikki sinnaðir at missa bløðini.
Byrja við at bera út fríggjakvøld
Seinasta árið hava bløðini sjálvi borið bløðini út fríggjakvøld. Hetta hevur kostað bløðunum sera nógv, tí tað hava bara verið Dimmalætting og Sosialurin til at gjalda fyri útberingina.
Fyri at kunna fíggja ein part at hesari útbering, hava bløðini ætlanir um at byrja at bera týsdagsblaðið út eisini, tí tá eru tað nógv reklamubløð at bera út.
Fyri at forða fyri at bløðini fara at bera út týsdag, er Postfelagið sinnað, at fáa samráðingar útberingina fríggjakvøld. Men Sunnleif Højgaard sigur seg ikki kenna støðuna hjá Postverkinum til hetta.
Hann leggur aftrat at Postfelagið er opið fyri øllum møguleikum, og kemur tað ein góð loysn á støðuni, er Postfelagið sinnað at vera við.
Hava ikki havt so nógv við máli at gera
Postfelagið hevur ikki verið so nógv inni í málinum um útberingina av bløðunum.
Tað einasta, teir hava verið við í, er ein kanning um, hvat tað kostar at bera bløðini út um kvøldið, sigur Sunleif Højgaard.
Annars hava teir einki nýtt hoyrt frá Postverkstjóranum.
? Vit meta ikki, at tað er tosað nóg nógv saman í hesum málinum, sigur Sunleif Højgaard.










