Postfelagið farið í søguna

Limirnir í postfelagnum eru at kalla fullsamdir um at fara upp í Starvsmannafelagið. Tað varð avgjørt á eykaaðalfundi, sum endaði fyri lítlari løtu síðani Postfelagið er nú farið í søguna.

Tað er greitt, eftir at eykaaðalfundur í felagnum í kvøld, endaði fyri lítlari løtu síðani.

Fundurin var í Havn og har skuldi atkvøðast um limirnir í Postfelagnum skuldi fara upp í Starvsmannafelagið.

Á fundinum vóru 160 limir møttir og av teimum atkvøddu 153 limir fyri at fara upp í Starvsmannafelagið, 5 vóru ímóti og 2 atkvøður vóru blankar, hava vit fingið at vita frá eykaðalfundinum.

Postfelagið varð stovnað stutt eftir, at Postverkið varð yvirtikið í 1976 og felagið er sostatt 30 ár á baki, ella gott tað.

Men seinastu tíðina hevur felagið mett, at áhugamálini hjá limunum verða betri røkt í einum stórum felagsskapi sum Starvsmannafelagnum og tað var endalig avgerð tikin um í kvøld.