Postfelag tekur okkum sum gíslar

Fakfelagið hjá starvsfólkunum á Postverkinum umboðar bert postboðini, sum telja væl minni enn helvtina av samlaða starvsfólkatalinum. Hetta siga tvær kvinnur, ið eru deyða troyttar av teirra egna felag, sum tær halda forðar fyri allari menning á Postverkinum. Stovnurin hevur harðliga brúk fyri at verða nútímansgjørdur. Einasta forðingin er Postfelag Føroya, siga Ella Danielsen og Anna Elisabeth Victorsdóttir

ARBEIÐSMARKNAÐUR

 

Fyri tveimum vikum vóru 15 starvsfólk uppsøgd á Postverki Føroya. Uppsagnirnar skaptu mikla øsing í Postfelagnum og í Starvsmannafelagnum, men fyri stóran part av limunum í felagnum, komu uppsagnirnar ikki óvart. Hetta siga tær báðar Ella Danielsen og Anna Elisabeth Victorsdóttir, sum báðar arbeiða á postavgreiðsluni í Havn. Tær vísa á, at á fýra fundun runt um í landinum í apríl fáa øll starvsfólkini at vita, at um tey ikki ganga við til at gera broytingar í arbeiðsgongdini, so gerst úrslitið niðurskurður, tí raksturin hjá felagnum annars ikki hongur saman.

Útmeldingarnar frá leiðsluni í Postverkinum fyri góðum tveimum mánaðum síðani vóru so mikið álvarsligar, at Postfelagið átti at kalla inn til eykaaðalfund fyri at viðgera støðuna, halda Ella Danielsen og Anna Elisabeth Victorsdóttir.

- Postfelagið heldur okkum fullkomiliga uttanfyri, tí vit fáa onki at vita um, hvat tey arbeiða við, um tey yvirhøvur arbeiða við nøkrum. Tað einasta vit síggja til felagið er, at limagjaldið verður trekt av lønarseðlinum einaferð um mánaðin. Felagið arbeiðir í hvussu er ikki fyri okkum. Nei! er eftir øllum at døma er tað einasta, nevndin dugir at siga.

Ella Danielsen og Anna Elisabeth Victorsdóttir vísa á, at sjálvt um rakstrartølini, ið leiðslan legði fram tá, vístu, at um broytingar ikki verða gjørdar, verður stovnurin koyrdur í senk, so fingu limirnir onki at vita frá nevndini.

- Har var deyðatøgn; vit hoyrdu púrt onki frá felagnum, siga tær báðar kvinnurnar. Tær óttast fyri, at um felagið ikki tekur annað skinn um bak, verður hetta ikki tann seinasta hópuppsøgnin í Postverki Føroya.

 

Felagið tagdi

Tað, sum undrar bæði Ellu Danielsen og Onnu Elisabeth Victorsdóttir, er, at fyri smáum trimum árum, tá táverandi leiðslan segði níggju fólkum úr starvi, hoyrdist so at siga onki til Postfelagið. Tey flestu uppsøgdu ta ferðina vóru kvinnur inni í húsinum. Niðurstøðan hjá Ellu Danielsen og Onnu Elisabeth Victorsdóttir er, at av tí at onki postboð var ímillum tey uppsøgdu, tímdi Postfelagið onki at gera við tær uppsagnirnar.

- Felagið var so at siga púra kúrt tá, men ramaskríggið vit sóu hesuferð vísir bara, at stórur munur er á okkum limun. Vit føla ikki, at hetta á nakran hátt er okkara felag. 90 prosent av sáttmálanum umfatar postboðini, sum er gjørdur so langt niður í smálutir, at leiðslan ongar møguleikar hevur at gera broytingar. Formligu leiðsluna hevur postverksstjórin, men veruliga valdið liggur hjá Postfelagnum, og vit vanligu starvsfólk eru gíslar í hesum maktspæli, siga Ella Danielsen og Anna Elisabeth Victorsdóttir.

Kvinnurnar vísa á, at stóra stríðsmálið millum leiðsluna og fakfelagið er tann góða akkordskipanin, sum postboðini hava, og sum ikki má rørast. Hetta hóast partarnir í sáttmálasamráðingum fyri seks árum vóru samdir um eitt protokollat ið segði, at sáttmálin ikki var nútíðarhóskandi.

Ella Danielsen og Anna Elisabeth Victorsdóttir siga, at nú postverkið er vorðið partafelag við nýggjari leiðslu, høvdu tær rokna við broytingum og glett seg til nýggjar avbjóðingar.

- Hendan menningin halda vit verður forðað av einum bólki av starvsfólkum, og tað er sera óheppið. Vit føla, at hesin bólkur einsamallur vil gera av, hvussu tingini skulu vera og samstundis stýra okkum øðrum. Í dag nyttar tað bara ikki at seta seg aftur á og siga, at onki má broytast, tí vit mugu altíð vera opin fyri broytingum. Tí er hendan togtogan um rættindi hjá bert einum parti av starvsfólkunum nakað, sum vit avgjørt ikki stuðla, og sum heilt avgjørt ikki er til okkara fyrimuns. Vit óttast fyri, at áðrenn long tíð er fráliðin, mugu vit aftur siga farvæl til fleiri av starvsfeløgum okkara, siga tær báðar kvinnurnar á Postverki Føroya.

 

 

Fakta

 

Ótíðarhóskandi sáttmáli

 

Protokollat I frá 5. mai 2001 viðvíkandi sáttmálanum millum Føroya Postfelag og Fíggjarmálastýrið (núverandi Fíggjarmálaráðið): »Ásannandi at galdandi sáttmáli, bæði í bygnaði og innihaldi, ikki er nútímans, eru partarnir samdir um at seta ein arbeiðsbólk at tillaga sáttmálan í sáttmálaskeiðnum soleiðis, at hann verður einfaldari, greiðari og liðiligari og eisini er betri í samsvari við viðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum í dag. Arbeiðsbólkurin skal eisini kanna møguleikarnar fyri at gera eina nýggja lønarskipan, sum tekur hædd fyri ábyrgd, royndum, útbúgving, eftirútbúgving, arbeiðsbyrðu v.m. Í arbeiðsbólkinum skulu vera fýra limir, har hvør parturin útnevnir tveir limir. Arbeiðsbólkurin skal mannast í seinasta lagi 1. juni 2001.« (Sambært postverksstjóranum hevur hann heitt á Postfelagið um at fara undir hetta arbeiðið. Leiðslan í Postverkinum hevur valt sínar tveir limir, men Postfelagið hevur ikki valt sínar. Postfelagið hevur boðað postverksstjóranum frá, at felagið ikki ynskir at fara undir hetta arbeiði nú. Felagið vil hava traditionellar sáttmálasamráðingar.)