Postboð á hundaskeiði

Vanliga hoyra vit, at postboð kvíða seg fyri at fara við posti, har hundar ganga leysir, men í Týsklandi hevur npostverkið tikið stig til at gera arbeiðið hjá postboðunum tryggari.

Tiltakið byrjaði fyri fýra árum síðani, eftir at mong postboð høvdu kært seg um, at tey ræddust summar hundar. Postverkið gjørdi tí av at skipa fyri einum skeiði, har serkøn greiddu postboðunum frá, hvussu ein hundur hugsar, hví hann kann finna uppá at bíta, og nær hann gevur tekin um, at hann ætlar sær at leypa á. Sylvia Blesing, sum er talskvinna hjá Deutsche Post, sigur, at hesi árini hava 80.000 postboð verið á skeiði, og at úrslitið hevur verið sera gott, soleiðis at nú eru tað munandi færri postboð, sum siga seg hava trupulleikar av hundum.

Týska hundafelagið heldur, at hundaeigararnir eiga at gera sítt til, at postboðini fáa frið til at røkja sítt arbeiði. Felagið sigur, at postboðini í Týsklandi koma altíð til ásetta tíð, og tí eigur tað ikki at vera nakar trupulleiki hjá fólki at hava hundin inni, tá postboðið kemur við postinum.