Førarin á postbilinum, sum fór inn í Eysturoynna mikumorgunin, fekk ein rættuligan skelk.
Tá hann kom út úr tunnlinum Skálafjarðamegin, varð bilurin brádliga tikin av eini hvirlu.
? Eg royndi at bremsa og stýra, men einki bar til. Tað var sum at koyra á ísi, sigur bilførarin.
Bilurin, sum vigar eini 7-8 tons var trýstur út móti vegjaðaranum, men tíbetur rakti hann autoverjuna, og har stegðaði hann.
Bilurin fekk nakað av skaða, men fólkaskaði var eingin ? men hetta var orsøkin til, at posturin varð seinkaður?