Posta hevur enn einaferð vunnið heiðursmerki í Beijing í Kina.
- Hesa ferð hava vit vunnið besta prentið - Best Printing Award fyri smáarkið Annika í Dímun, sum Edward Fuglø hevur teknað. Arkið varð givið út tann 21. februar í 2011 og er prentað hjá Southern Colour Print í Ný Sælandi. Vit á Posta eru sera fegin um hendan heiður.
Tað sigur Posta í tíðindaskrivi í morgun.
Posta Stamps var við á frímerkjaframsýning í Beijing í døgunum 1.-4. november. Teir dagarnar, framsýningin var opin, vóru stívliga 100.000 vitjandi, sum keyptu og hugdu.
- Hetta var sera hugtakandi, tá hugsað verður um, at í Evropa eru tílíkar framsýningar væl vitjaðar um eini 5-6000 fólk koma á gátt. Posta hevði felags norðurlendskan bás, og riggaði hetta sera væl.
Svenski frímerkjagravørurin, Martin Mørck, var eisini á básinum og signeraði hann frímerki, ið hann hevði gjørt fyri Føroyar, Danmark og Grønland. Hann er kendur í Evropa og nú eisini í Kina, tí hann undirvísir ungum kinverjum og lærir teir at gravera frímerki. Kinverskir frímerkjasavnarar eru sera glaðir fyri at fáa frímerkini signerað av listafólkum.
- Posta hevur, helst sum eitt tað fyrsta postverkið uttanfyri Asia, heimasíðu á kinverskum. Harumframt er hetta helst eisini fyrsta føroyska heimasíða, sum er á kinverskum.
Posta vísir á, at kinverski marknaðurin er stórur, og har eru fleiri enn 28 miljónir frímerkjasavnarar.
- Í mong ár hevur landið verið sera afturlatið mótvegis útlendskum mentanum, men er hetta við at broytast. Posta Stamps er tí í ferð við at byggja upp ein marknað har saman við norðurlondum, sigur Posta í tíðindaskrivi.