Framyvir verður postur borin privatfólki tvær ferðir um vikuna. Í tíðindaskrivi boðar Posta í morgun frá, at lýsingabløð, pakkar og flutningur til fyritøkur verða borin út sum higartil. Men at postur til privat húsarhald á størru plássunum verður borin út soleiðis, at helvtin av húskjunum fær post mánadag og mikudag, meðan hin helvtin fær post týsdag og hósdag.
Sambært Posta er talan er um eina tillaging til ta støðugu talgildingina av brøvunum.
– Broytingin tryggjar Posta framhaldandi lønsemi í postútbering, skrivar felagið, sum leggur aftuarat, at tey í longri tíð hava arbeitt við at dagføra útberingina.
– Hetta er gjørt í samstarvi við Posteftirlitið. Umsókn var latin vinnumálaráðnum um broyting í postloyvinum, og hendan umsókn er nú góðkend. Broytingin er ein tillaging í samband við at nøgdin av posti er minkað, meðan nøgdin av frakt er vaksin, sigur Posta.
Til fyri 21 árum síðani varð postur borin út seks dagar um vikuna, allar dagar uttan sunnudag. Hetta varð broytt 1. apríl í 1998, tá leygardagsútberingin varð strikað. Hetta var tað sum gjørdi, at Sosialurin og Dimmalætting fóru undir sítt egna útberingarfelag.
Eftir at postútberingin minkaði nógv fyri nøkrum árum síðani, gavst Posta eisini við útbering týsdag og hósdag.
Nú hevur so minkandi postútberingin ført við sær, at enn ein dagur verður tikin burtur úr útberingini.
Men sambært Posta verður góðskan á útberingini verður óbroytt. Góðskumálið er hitt sama. At 95% av øllum brøvum skulu verða móttakaranum í hendi fjórða gerandisdagin, eftir at brævið er Posta í hendi. Posta sigur, at hóast vanligur postur ikki verður borin út fríggjadag, verður góðskan ikki ávirkað, tí stórt sæð ongi brøv hava verið í fríggjadagsútberingini seinastu árini.
Posta leggur dent á lønsemi og má tillaga virksemið eftir tørvi og eftirspurningi. Tilgongdin at broyta útberingina er gjørd í samráð við Posteftirlitið og Vinnumálaráðið. At tilgongdin hevur tikið drúgva tíð og hevur ávirkað starvsfólk, er harmiligt og eigur ikki at koma fyri. Í samband við tillagingarnar eru goð 11 ársverk spard.
Hóast hesar broytingar, so ávirkar tað ikki útberingina av bløðunum, og Vikuskiftis Sosialurin verður enn sum áður borin haldarum fríggjadag.









