Posta skal tjena pengar

– P/f Postverk Føroya skal rekast á handilsligum grundarlag, men felagið hevur veitingarskyldu viðvíkjandi postflutningi av adresseraðum brøvum, pakkum, bløðum o.ø. At hava veitingarskyldu er ikki tað sama sum, at tænasturnar skulu veitast við búskapligum halli.

 

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður við ábyrgd av millum annað Posta, í svari til Kára P. Højgaard, sum hevur spurt, hvørji stig landsstýrismaðurin fer at taka  í sambandi við privatisering av Posta.

 

Poul Michelsen sigur, at hann hevur fingið frágreiðing frá Posta, sum sigur, at inntøkurnar frá blaðútbering rinda ikki fyri útreiðslurnar av hesum virksemi.

 

– Prísurin, sum Posta hevur ásett fyri blaðútbering, er ásettur aftan á samskifti við Posteftirlitið, sigur Poul Michelsen, sum heldur fram:

 

– Mín greiða fatan er, at skulu miðlarnir stuðlast áliggur hetta ikki Posta, men má fáast til vega umvegis fíggjarlógina.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at hann hevur onga ætlan um at skipa P/f Postverk Føroya til almennan stovn aftur.

 

– Hinvegin eri eg sannførdur um, at Posta í dag rekur flutningsvirksemi, sum er meira grundað á privata vinnu enn eina almenna tænastuveiting. Útbering av brøvum og smærri pakkum fevnir bert um umleið ein triðing av samlaða virkseminum hjá Posta. Felagsformurin hjá Posta eigur heldur at laga seg eftir hesum veruleika. At tryggja veitingarskylduna í eini møguligari umskipan er ongin trupulleiki.

 

Um samgongan tekur undir við eini møguligari umskipan, ber bert til at svara uppá, tá hesin spurningur verður settur samgonguni, sigur landsstýrismaðurin.