Tað eru boðini frá Posta.
Fleiri lesarar og lýsarar hjá Sosialinum spyrja í morgun, hvar mánadagsblaðið, sum skuldi verið borið út í gjár, bleiv av.
Støðan er tann, at mikudagsútberingin av Sosialinum ikki er ein møguleiki longur. Skal Sosialurin berast í hvørt hús, so er einasti møguleiki mánadag.
Kortini eru treytirnar fyri mánadagsútberingina nú broyttar soleiðis, ein partur av mánadagsútberingini ikki verður borin út fyrr enn týsdag.
So um fólk ikki hava fingið mánadags-Sosialin í gjár, so er tað tí, at Posta ikki kemur við honum fyrr enn í dag.