Herfyri hevði Posta lægsta tilboð upp á prent, foliering og útbering av einum tilboðsblaði, og tað var ikki eiti á tilboði – útvið 20% var Posta lægri enn hini tilboðini. Stjórin á Posta hevur í fjølmiðlunum lagt stóran dent á, at Posta gevur ikki tilboð uppá prent, men bara vísir á møguligar veitarar. Hetta er tó ikki tann fulli sannleikin. Hetta er bara eitt dømi, av fleiri.
Í sambandi við tilboðsblaðið læt Posta tvey tilboð. Annað var upp á útbering eftir vanligum leisti, og var tann prísurin rættiliga ”vanligur”. Harumframt læt Posta eitt tilboð upp á samlaða pakkan, tað er prent í Danmark, leggja prentlutin í posar, frakta hann til Føroya og bera hann út til hvørt húski. Hetta samlaða tilboðið var ”næstan ov gott til at vera satt”.
Posta sendir ikki rokning upp á prentið til kundan, tað ger danska prentsmiðjan, men tað er eingin ivi um, at Posta bæði skaffar tilboðið og umsitur framleiðsluna, í samstarvi við danskan prentumsitara.
Hvussu hesir prísir kunnu vera so ómetaliga góðir, ja, tað er spurningurin. Eftir okkara meting, so hevur Posta eitt endamál, og tað er at taka lívið av kappingarneytum á útberingarmarknaðinum. Vit, tær føroysku prentsmiðjurnar, eru bara fylgiskaðin – tey, ið fella við í bardaganum. Hví prísirnir eru so góðir, vita vit ikki. Vit hava ikki atgongd til útrokningarnar hjá Posta, men hetta tykist at vera gjørt eftir tí góða gamla ”Smyril siglir allíkavæl-arbeiðsháttinum”.
Posta roynir nú at skaffa nakrar kundar, ið fast hvørja viku kunnu gerast botnur í posanum teir bera út. Flutningurin til Føroya fer fram við flutninginum hjá Posta, og tann flutningurin fer fram ”allíkavæl”.
Fyri okkum er tað eingin ivi um, at Posta nýtir sína ráðandi marknaðarstøðu til at royna at taka lívið av einasta kappingarneytanum á útberingarmarknaðinum.
Føroysku prentsmiðjurnar verða hart raktar í hesum bardaga. Á Føroyaprent hava vit merkt fyrsta smeitin, og hava sagt 4 starvsfólkum upp, tað er knapt 15% av starvsfólkunum.
Fyri okkum er eingin ivi: Posta flytur føroysk arbeiðspláss til Danmarkar!