Nevndin í Posta hevur sett nýggjan stjóra. Virkandi stjóri seinastu mánaðirnar fer aftur í starvið sum rakstrarstjóri. Joel undir Leitinum er nýggjur stjóri í Posta.
Joel undir Leitinum er 39 ára gamal og er Cand. Merc. frá 1998 við sergrein í fígging og roknskapi frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.
Í 2004 tók Joel við sum stjóri hjá Samskipum í Føroyum, har hann starvaðist í 6 ár. Hann hevur frammanundan eisini starvast á Føroya Fiskasølu við ábyrgd av sølu og produktum til retail og catering, og sum Sølu- og Marknaðarleiðari hjá Eimskip. Joel kemur úr einum starvi sum leiðari av Corporate Finance deildini í Bank Nordik.
Joel hevur viðkomandi leiðsluroyndir, førleikar á sølu- og marknaðarøkinum, og hollan kunnleika um inn- og útflutningsvinnuna í Føroyum.
Nýggi stjórin tekur við eftir, at Sofus Clementsen, á heysti 2010, valdi at leggja frá sær. Í tíðarskeiðnum 15. oktober 2010 til 1. mai 2011, hevur Hjørdis Viberg virkað sum stjóri á Posta og fer hon nú aftur í starvið sum rakstrarstjóri í fyri-tøkuni.










