Posta fekk brævið til rætta bústaðin

Norska postverkið sendi brævið til Anders Kirkeby retur aftur til Føroya, tá móttakarabústaðurin ikki var fullfíggjaður. Men ráð vóru fyri tí hjá føroyska Posta

Norska postverkið sendi brævið til Anders Kirkeby retur aftur til Føroya, tá móttakarabústaðurin ikki var fullfíggjaður, har stóð bara »til Bjørnerud gård i Brumunddal«.

 

Men kundatænastan hjá føroyska Posta hevði ráð fyri tí, tá brævið kom retur úr Noreg.

 

– Tey brúktu bara onkra leitiskipan og funnu rætta bústaðin hjá mær, greiðir Anders Kirkeby norsku heimasíðuni www.h-a.no frá.

 

Hann er ikki serliga hugtikin av tí, sum norska postverkið gjørdi í hesum máli.

 

– Nei, eg eri ikki imponeraður av hasum avrikinum. Ikki minst tá eg síggi, at kundatænastan hjá føroyska Posta gjørdi tað, sum eg hevði væntað mær av norska postverkinum, sigur Anders Kirkeby

 

Tað var eitt bræv frá kenningum í Føroyum, sum soleiðis ferðaðist nakrar ferðir millum Noreg og Føroyar, til tað kom í rætta postkassan í Furnesåsen.

 

– Nú er brævið komið, og eg fekk boðskapin, sigur hann.