Posta fær ikki fleiri pengar

– Nú skal Posta sigla sín egna sjógv!

Tað sigur Johan Dahl, lands­stýrismaður, sum hevur ábyrgdina av hesum almenna partafelagnum, sum seinastu fimm árini hevur brent slakar 30 almennar milliónir av í undirskoti.

Tað var Poul Michelsen, løgtingsmaður, sum spurdi landsstýrismannin um virksemið hjá Posta, tí hann helt tað ikki vera rætt, at Posta ár eftir ár arbeiðir við undirskoti og avlagar kappingina við privatu flutningsfeløgini.

Tað heldur landsstýrismaðurin heldur ikki vera nøktandi ? eins og væl saktans øll onnur. Men hann sigur tó, at stór orka er løgd í at umskipa og tillaga virksemið hjá Posta fyriat venda hallinum til avlop ? og sigur, at Posta væntar at venda tær sløku 10 milliónirnar í halli í fjør til eitt yvirskot næsta ár.

Men Johan Dahl slær eisini fast, at Posta fær ikki fleiri pengar frá landinum.

Eginpeningurin hjá Posta er nú góðar 23 milliónir, so stovnurin klárar nøkur undirskotsár afturat...