Posta er bara byrjanin

Nú Postverk Føroya hevur fingið navnabroyting til Posta, hava fólk havt úr at gera við at finna nýggj heiti til almennar stovnar. Vit nevna nøkur teirra her. Fleiri eru tikin av Facebook, og tit har heima kunnu heilt sikkurt leggja nógv fleiri afturat

IRF: Stinka, Lukta, Kukka

MBM: Mjólka

Taks: Kradda, Lokka

Almannastovan: Ridla, Nassa

Rúsan: Kulka, Tosta, Sutla, Bunkra

Fólkaskúlin: Skulka, Dumpa, Pisa

Frímerkjadeildin: Slikka

Svimjihøllin: Drukna

MRCC: Søkka

Fólkaheilsuráðið: Tuska

Veðurstøðin: Kanska

Alv: Virka

Løgreglan: Lurka, Ruska

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Stongja

Líkbilurin: Doyggja

Fornminnissavnið: Dusta

Ráðið fyri ferðslutrygd: Krasja

Mentamálaráðið: Køva

Strandfaraskip Landsins: Spýggja

Løgtingsins Umboðsmaður: Lurta

Brúkaraumboðsmaðurin: Brúka

Fiskiveiðieftirlitið: Fanga

Fjarskiftiseftirlitið: Avlurta, Lúra, Sneyta

Samvit: Hvørva

Príseftirlitið: Dýra, Kosta

Vága Floghavn: Lenda, Glíða

SEV: Lýsa, Tendra

Skipaeftirlitið: Sigla

Almannamálaráðið: Spara, Pína, Níva

Løgtingið: Roksa, Sprella, Dolka, Vøsa

Matrikulstovan: Máta, Strika

Ríkisumboðið: Bestemma

Føroya Rættur : Døma

Ákæruvaldið: Bíða

Føroya Kærustovnur: Klaga, Grenja

Uttanríkisráðið: Ridla

Kringvarpið: Sløkkja


--


Lagt til rættis: Heri Simonsen og Rigmor Dam