- Støðug søla, sunnur rakstur og besta úrslitið í mong ár. Við hesum staðfestingum metir leiðslan á Posta, at úrslitið í 2014 er nøktandi, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.
Úrslitið hjá Posta í 2014 gjørdist eitt greitt yvirskot á fýra milliónir krónur fyri skatt, eina hálva millión meiri enn í fjør.
- At Posta annað árið á rað hevur yvirskot, er úrslit av tí miðvísu menning og tillaging, sum er gjørd í fyritøkuni. Eginognin er nú 27 milliónir krónur, peningastreymarnir eru positivir og felagið hevur eitt gott gjaldføri, skrivar Posta í tíðindaskrivi.
Í nevndini í Posta sita Andras Róin, nevndarformaður, Reidar Nónfjall, næstformaður, Aibritt á Plógv og Paula Mikkelsen Kass. Starvsfólkavald umboð í nevndina eru Jens Peder Jensen og Sunleif Álaberg.