Hallið hjá Posta vaks úr 2,5 milliónum krónum í 2008 til 8,2 milliónir krónur í 2009. Ætlanin er at bøta úrslitið í ár og at fáa yvirskot í 2011. Aðalfundur hevur verið í Posta í dag.
Á aðalfundinum stóðu starvsfólkaumboðini í nevndini fyri vali, tey eru Áslak Tausen og Korinta Jarnfoss stóðu fyri vali. Sum nýtt starvsfólkaumboð var Jens Peder Jensen valdur.
Limirnir í nevndini eru hesir:
Tummas Hanus Dam, nevndarformaður
Brynhild Setberg, næstformaður
Peter Holm, nevndarlimur
Áslak Tausen, starvsfólkaumboð
Jens Peder Jensen, starvsfólkaumboð
Úr ársfrágreinðingni sæst, at samlaða úrslitið eftir skatt hjá felagnum fyri 2009 var eitt hall uppá 8,2 mió. kr móti einum halli uppá 2,5 mió. kr árið fyri. Nevnd og leiðsla hava sett sær fyri, at rakstrarúrslitið fyri 2010 skal betrast í mun til 2009 og at raksturin skal geva avlop í 2011.
- Ein fortreyt fyri at røkka hesum máli er, at verkætlanin »180°« eydnast, og higartil gongur sum ætlað, stendur í ársfrágreiðingini.
Posta sigur, at við seinnapartsútberingini loyvir arbeiðstíðin, at yngri miðnámsskúlanæmingar í aldursbólkinum 18 ár til 23 ár kunnu starvast hjá Posta eftir skúlatíð, og hetta er sera fleksibul arbeiðsorka. Tilgongdin av yngri starvsfólki hevur havt stóra jaliga ávirkan á Posta, har nýggi dynamikkurin millum yngru og eldru starvsfólkini skapar synergi, stendur í ársfrágreiðingini.
Posta sigur eisini, at tað leingi hevur verið sagt, at frímerkjasavnararnir fækkast í tali, og at skjótt verður eingin savnari eftir ? men so er ikki, stendru í ársfrágreiðingini.
- Tvørturímóti leggjast ungir filatelistar afturat, men tað krevur eitt stórt og áhaldandi arbeiði fyri at fanga og røkja teirra áhuga, eins og hjá teimum tilkomnu, sigur Posta.
Í ársfrágreiðingini stendur eisini, at vinnulívið er ein megintáttur í virkseminum hjá Posta, og við einum fokuseraðum úrvali av tænastum hevur Posta seinasta árið sett greitt fokus á vinnulívið.
- Dentur hevur verið lagdur á at veita føroyskum fyritøkum og almennum stovnum eina effektiva og kostnaðargóða tænastu, ið hóskar til tørvin hjá einstaka kundanumm, sigur Posta millum annað í ársfrágreiðingini.