Posta 4,1 milliónir krónur í yvirskoti

4,1 milliónir krónur í yvirskoti áðrenn skatt. Tað er úrslitið, ið Posta í gjár kundi leggja fram fyri aðalfundinum, har roknskapurin fyri 2015 varð góðkendur.


Talan er um triðja árið á rað, at postfelagið kann reypa sær av einum yvirskoti eftir fleiri tung ár, har felagið sigldi í tungum sjógvi, og hevur felagið nú eina eginogn á 30 milliónir krónur.


Andras Róin, nevndarformaður, er nøgdur við úrslitið og vísir á, at sunna gongdin er úrslit av einari áhaldandi menning í felagnum.


- Posta hevur í fleiri ár arbeitt við at menna sínar tænastur, soleiðis at tær eru á hædd við fremstu tænastur í grannalondunum og at sammeta við tænastur hjá fremstu feløgum innan flutning og postverk, sum hóska einum nútímans, framkomnum samfelagi, sigur Andras Róin.


Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, sigur, at felagið hevur eina sterka støðu í flutningi. Posta røkkur hvørjum húsi í landinum hvønn dag.


- Tað snýr seg um dygd og álit. Tá vit støðugt menna og veita dygdargóða tænastu, byggja vit upp eitt álit millum okkum og viðskiftafólk okkara. Tað síggja vit aftur í sølutølunum, vísir Joel undir Leitinum á.


Posta upplýsir eisini, at gongst eftir ætlan, so verður aftur talan um yvirskot, tá roknskapurin fyri 2016 verður lagdur fram.


Á aðalfundinum varð ein útskifting gjørd í nevndini. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur valt Jónu Olsen, rakstrarstjóra á Føroya Tele í nevndina, og Poula Michelsen Kass er farin úr nevndini. Í nevndini sita Andras Róin, nevndarformaður, Reidar Nónfjall, næstformaður, Aibritt á Plógv, Jóna Olsen, Jens Peder Jensen og Sunleif Álaberg.