P/f Posverk Føroya hevur í dag havt aðalfund fyri roknskaparárið 2012. Sølan fyri árið var gott 89 milliónir krónur, sum er á leið tað sama, sum árið fyri, tá sølan var 90 milliónir krónur.
Úrslitið fyri avskrivingar og rentur, EBITDA var eitt yvirskot á 3,2 milliónir krónur svarandi til 4% av søluni. Hetta er fyrstu ferð síðani 2006 at Posta hevur positivt úrslit áðrenn avskrivingar og rentur.
Úrslitið eftir skatt er eitt hall uppá 2,6 milliónir krónur í mun til eitt hall uppá 9,2 milliónir krónur eftir skatt í 2011.
Árið er merkt av tillagingum og hevur felagið í árinum útreiðsluført fyri gott 3 milliónir krónur í uppsagnarlønum.
Andras Róin er komin í nevndina fyri Hákun Steingrímsson. Nevndin hevur skipað seg við Andras Róin sum formanni og Reidar Nónfjall sum næstformanni.